Eitt ár eftir deyða sín var Pelé heiðraður á serstakan hátt

Kenda Kristus-standmyndin í Rio de Janeiro var ígjár íklødd landsliðstroyggjuna hjá Pelé

Ígjár, 29. desember var liðið eitt ár síðani stóra brasilska fótbóltslegendan, Pelé fór foldum frá.

 

Edson Arantes Do Nascimento, best kendur sum Pelé, gjørdist 82 ára gamal.

 

Pelé vann HM tríggjar ferðir fyri Brasil. Í 1958, 1962 og í 1970. 

 

Brasiliufólk valdu ígjár at heiðra Pelé á ein heilt serligan hátt.

 

Kendasta ímyndin av Rio de Janeiro, og mest vitjaða ferðamálið í Brasil, 38 metrar høga Kristus-standmyndin var íklødd landsliðstroyggjuna hjá Pelé.

 

Minnistiltøk vóru eisini kring Brasil fyri at minnast Pelé.

 

##med2##