Eitt arbeiðsgrev fyllir áttati

Í dag, 15. september, fyllir Jacob Olivar Joensen í Leirvík, nevndur Jákup við Garð, áttati ár.

Jacob er sonur Pól við Garð og Lenu, sum var ættað úr Vestmanna.
Tey eiga børnini, Poul, Onnu, Hans, Lenu og Tórálv. Øll búgva í Leirvík uttan Lena, sum býr í Danmark.
Pápin, Pól, var bóndi, og tí vaks Jacob upp saman við kríatúrum.
Á yngri árum var hann í Grønlandi í eini tvey ár, og her heima koyrdi hann eisini rutu, umframt at hann hevur róð nógv út.
18. oktober 1955 festi hann garð, og fyri sløkum 30 árum síðan bygdi hann fjós úti á Vík í Leirvík, har hann við tíðini hevði fleiri mjólkneyt, umframt kvígur og kálvar.
Í Búnaðarblaðnum fyri fleiri árum síðan var áhugaverd samrøða við Jacob Olivar, har hesin óføra raski og dugnaligi maður greiddi frá, hvussu tað gekst at leggja lunnar undir fjós og velta upp úr nýggjum úti á Vík.
Í samrøðuni greiðir hann frá, tá ið gamli bøurin í bygdini fjaraði burtur til grundøkir. Hetta dámdi honum lítið.
"Tá ið hann sá, hvønn veg tað bar, fekk hann kommununa at taka allan bøin í senn, so hann var leysur haðani.
Nýggi hagin hjá Jacob Olivari lá nú úti á Vík, og fyrst í sjeytiárunum fór hann at tosa við Jarðarráðið, har hann fekk sín dreingjadreym uppfyltan.
- Eg haldi, at allir partar vóru rættiliga ókunnugir tá um, hvussu farast skuldi undir hetta; tí var tað eitt tógvið stríð at fáa nakað undan, sigur hann í samrøðuni.
Teir báðir feðgarnir, Jacob Olivar og faðirin, Pól, gamli Pól við Garð, sum tá var farin um tey sjeyti, fóru út á Vík at rudda og velta sunnanvert Heyggin Mikla. Gravmaskina var ikki nýtt tá, einans traktorur og fresari. Nógv grót var á lendinum, sum varð drigið saman við traktorinum.
Smiðjur stoypti fjósið og innilokaði tað, og síðan gjørdu feðgarnir tað, ið eftir var.
- Uttan pápa, var alt hetta arbeiði ómøguligt. Uttan hansara arbeiði og stóra áhuga, hevði ikki borið til at fingið fjósið og lendið undan, tí lítil peningur var at arbeiða við, sigur Jacob Olivar í samrøðuni.
Tá ið fjósið úti á Vík var liðugt út móti jólum 1975, hevði
Jacob Olivar 7-8 neyt at fara út hagar við, harav av trý teirra mjólkaðu. Um hetta mundið, vóru 5 hektarar á Víkini veltir.
- Nú gekk upp fyri mær, hvussu illa fyrireikaður eg var. Kanska hevði eg verið so spentur at fara undir hetta og at sleppa í gongd. Avvarðandi myndugleikar og stovnar komu ikki við nógvum ráðum ? og eg spurdi lítið.
Í samrøðuni greiðir Jacob Olivar frá, at studningurin til veltingina fór til avdrátt og rentur, og í fyrstani vaks skuldin bara.
- Eg kundi viðhvørt havt hug at blakað alt frá mær, tí hetta var ein strævin og møðsom tíð, sum einki gav av sær.
Tey fyrstu 5 árini vóru soltin á tí nýggja garðinum, men sum frá leið vaks mjólkaframleiðslan, og í 1980 var hon komin uppá 226.000 litrar um árið.
Feðgarnir, Jacob og Pól, lógu ikki sum knívur á hørðum horni, men komust undan, sum skrivað verður í greinini í Búnaðarblaðnum.
- Fyrst, tá ið tú kundi velja og seta við sjálvur, fór at kvinka, sigur Jacob Olivar, sum í Leirvík verður sagdur at vera av raskastu monnum.
Sonur Jacob Olivar, Poul Joensen, hevur festið og garðin úti á Vík nú og saman við versoninum, Edvardi, reka teir nú garðin.
Vit ynskja Jacob Olivari hjartaliga tillukku á áttiti ára degnum.

-v.