Níggju ferðamannaskip hava biðið um bryggjupláss 19. og 20. mars, men sambært ferðaskrivstovunum verður bara eitt teirra við bryggju, meðan sólarmyrkingin er.
Princess Seaways liggur við Oyrareingir, Saga Sapphire, Voyager og Marco Polo liggja á Havnini, meðan Oriana kemur til Havnar í morgin og Azores í ovurmorgin. Black Watch liggur á Runavík, meðan Braemar og Boudicca koma á Runavík í morgin.
Men bara eitt teirra verður liggjandi við bryggju meðan sólarmyrkingin verður, Princess Seaways.
Úr Runavík gleðast tey um vitjandi skipini og greiða frá, at tað er Fred. Olsen, sum er reiðarí hjá teirra gestum, og at tað er Tor-Shipping, sum er umboð teirra í Føroyum.