Jákup Súni Berg er stjóri í Burn Fitness, og hann sigur, at tey hava merkt sera væl, at korona rakti landið.
- Vit mistu tveir av okkara bestu mánaðum, tá ið vit stongdu í mars og apríl. Vit høvdu stongt í sjey vikur. Tá ið vit so lótu uppaftur, vóru fólk sjálvsagt ógvuliga varin við at fara at venja aftur. Síðani kom summarið, og tá vita vit av royndum, at virksemið er minni í venjingarmiðstøðunum, so vit høvdu eitt hálvt ár, sum var sera tungt, sigur Jákup Súni Berg.
Hann greiðir frá, at tey valdu ikki at taka av nøkrum hjálparpakka, tí tað var ov lítið at heinta í hesum og gjørdi sum so ongan mun.
- Men tá ið vit lótu uppaftur, tóku vit eyka fólk inn at gera reint, og hóast tað frammanundan bleiv gjørt ógvuliga væl reint her hjá okkum, so bleiv hetta arbeiði uppraðfest enn meiri av korona, sigur Jákup Súni Berg.
Í venjingarmiðstøðum er vanligt, at man brúkar spritt og pappír til at spritta og turka maskinur, tá ið man hevur brúkt tær, og eftir korona er nýtslan av hesum økt munandi.
- Eg haldi, at vit í dag brúka umleið fimm ferðir so nógv spritt og pappír, sum vit gjørdu undan korona. Fólk eru sera umhugsin, tá ið tey venja, sigur Jákup Súni Berg.
Hann sigur, at í løtuni veit hann ikki, hvussu úrslitið fer at síggja út.
- Men eg vænti ikki, at tað verður nakað yvirskot í ár. Men nú er gongd komin á aftur, so vónandi verður tað betur komandi ár, sigur Jákup Súni Berg.