Eitt avboð á landsliðnum

Lars Olsen hevur fingið eitt avboð til landsdystirnar móti Aserbadjan og Malta

Alex Mellemgaard hevur givið avboð til landsdystirnar í Nations League móti Aserbadjan og Malta í november. Hann venur ikki við landsliðnum, sum í løtuni venur regluliga á Tórsvølli.

 

Vinstri bakkurin hjá B36 hevur drigist við skaðar fyri eini tíð síðan, men hevur í seinastuni spælt fast hjá B36, og verið úttikin til landsdystirnar. Millum annað spældi hann á venjingarleguni í Marbella, sum var fyrr í ár.

 

Nú ger ein fylgiskaði, at hann ikki kann venja við komandi tíðina og má geva avboð til seinastu landsdystirnar í ár. Endaligi hópurin er ikki úttikin, men Alex Mellemgaard er ein av fleiri, sum er úttikin at venja við landsliðnum, nú landskappingin er liðug.

 

Fyrr í hesum mánaðinum sendi landsliðsvenjarin, Lars Olsen, boð eftir 24 spælarum, sum spælar í føroysku og íslendsku kappingini og eru í Føroyum í løtuni. Her kann tó nevnast, at Pól Jóhannus Justinussen og Tróndur Jensen eisini hava givið avboð.

 

Hópurin:

Teitur Matras Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Jógvan Rói Davidsen, HB

Magnus Egilsson, HB

Alex Mellemgaard, B36

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Hørður Askham, KÍ

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Bartal Wardum, HB

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)

Brandur H. Olsen, FH (ICE)

Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ

Meinhard E. Olsen, B36

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Adrian Justinussen, HB

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Eli Falkvard Nielsen, B36

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)