Sangurin “Eitt betri lív”, sum Jóhan Eli Poulsen hevur gjørt orð og lag til, varð fyrstu ferð spældur í mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri hin 12. oktober í fjør í samband við útgávuna av yrkingarsavninum, “Eitt blað úr lívsins bók”.
Svein í Prestgarði og Jóhan Eli Poulsen gjørdu av, at hesin sangurin skuldi spælast inn og gevast út, soleiðis at hann røkkur so mongum menniskjum sum gjørligt.
Hin 17. september varð nýinnspældi sangurin spældur í Salt á Tvøroyri í samband við stóra gospelkonsert, sum Svein í Prestgarði saman við Sarah og David Åstrøm høvdu.
Endamálið við sanginum er at býta royndir, styrki og vón.
Framleiðsla:
Studio: Our Music í Hirtshals
Framleiðari: Dávur Rasmussen.
Sang: Svein í Prestgarði
Røddir: Dávur Rasmussen og Anna G. Djurhuus
- Tað er okkara ynski, at sangurin skal verða til signing fyri mong, siga útgevararnir.
Leinkja til sangin er her. https://youtu.be/6sq2Fmtce_k