Varmakelda
Á varmakeldustevnu í ár verður munandi meira gjørt burtur úr á listarliga økinum enn vanligt. Umframt fjøltáttaðu listina, verður eisini skipað fyri eini ljóðmynd, sum byrjar úti á fjørðinum, har ein róðrarbátur kemur rógvandi inneftir vágni við einum marmennli (kópakonu) í skutinum, meðan ljóð og tónleikur ljóða um tann víða fjørð. Saxofonisturin Mikkel Hess situr í bátinum og blæsir upp á saxofon, og Jóhan Hentze spælir upp á trompet.
Ein listabólkur av Falster, sum listamenn í Fuglafirði hava samband við í listaligum ávikum, hava gjørt nakrar standmyndir, sum eru settar upp á ytra armi á bátahylinum.
Tá ið róðrarbáturin kemur at landi, fer kópakonan í land á bátabrúnni, og tá koma fleiri sjónleikarar úr Íslandi, Noregi og Danmark í kópakonuhami uppí leikin. Øll fara nú dansandi inneftir bátabrúnni.
Fuglafjarðar Hornorkestur stendur millum standmyndirnar og spælir, og alt flytir seg nú inn í Mentanarhúsið, har trý kór ? Tritonus úr Keypmannahavn, Kór Langholts kirkju úr Reykjavík og Fuglafjarðar Sangkór ? fara at syngja eina kantatu, sum Alexandur Kristjansen, skald úr Fuglafirði, hevur skrivað.
Brøðurnir, Mikkel, Nicolaj og Emil Hess úr Danmark, seta tónleikin til kantatuna. Hesir eru heimskendir jasstónleikarar.
Alt endar í einum brúsi av sangi, ljóði og tónleiki.
Mikkel er saxofonistur, Nikolaj pianistur, og Emil Hess er trummusláari. Kontrabassur er eisini við, og her verður tað Edvard Nyholm Debess sum spælir