Eitt fólk, eitt land

? og ikki sum nú kanska eitt fólk, eitt kanska-land

Nú um dagarnar hoyra og lesa vit nógv um framtíðina hjá føroyingum í Føroyum, um ta sonevndu Fullveldisavtalu, sum føroyska landsstýrið er farið at forhandla við donsku stjórnina um. Alt gott um tað. Men ræðumyndin frá Sambandsflokkinum um, at føroyingar nú skulu til at taka seg sjálvan alvorligt politiskt heima sum úti í stóru verð, er niðursetandi fyri eitt fólk, sum hevur livað her í Føroyum síðani ár 800 og uppaftur longri við írunum.

  Tað er ótrúliga mannminkandi fyri hesar menn og kvinnur, hvussu lágt tey eru í stand til at seta seg sjálvan fyri at vísa donsku stjórini sín fulla stuðul fyrst og fremst, og so at mótarbeiða fullveldisavtaluni, so nógvir føroyingar hava fingið eyguni upp fyri, hvønn tey í veruleikanum arbeiða mest fyri. Men tíverri eru tað nógv enn, sum ikki síggja seg før fyri at verða eitt veruligt fólk, tí tað man vera sum orðatakið sigur, sig eina lygn nóg ofta, og fólk trýr henni. Tey flestu kenna søguna um fólkaatkvøðuna í 1946, men hvussu nógv kenna søguna beint aftaná, hvat sambandsflokkarnir vóru í standi til at gera, og tað teir síðani billaðu Føroya fólki inni.

  Teir siga seg nú verja tað persónliga frælsið hjá føroyingum, so føroyingar framvegis kunnu virka í framtíðini. Hvat er tað fyri persónligt frælsi, hesir menn og kvinnur verja? Teir siga seg vera ábyrgdin, verjin fyri hesar oyggjar, men ein ið arbeiðir æa tveimum gørðum samstundis, ger ikki arbeiði til fulnar fyri sínum egnu.

  Hvat er tað fyri frælsi, tá ið eitt annað land eigur títt frælsi, eigur títt land, og avger sovítt alt útat til, skal hetta sonevnda persónliga frælsið, sum hesir menn og kvinnur billa okkum inn at tað er fyri teg og meg, og verða samstundis við til at halda okkum vera sonevndar hjálparloysingar, at vit ikki kunnu hugsa sjálv, hvat er best fyri okkara land, uttan at tann danski parturin fortelur fyrst, hvat er best, og hvussu vit skulu innrætta okkum heima sum úti í stóru verð. Hesin tanki man vera frá fyrst í 20. øld, tá ið Sambandsflokkurin bleiv til, tá ið man skuldi siga minst møguligt, og tá identitetur var fyri tey, sum høvdu makt og pening nokk. Hvat hevur Sambandsflokkurin, og ikki at gloyma Javnaðarflokkurin, staðið fyri til nú? Jú, tí sum teir hava fingið at vita frá dønum, at teir skulu standa fyri, er tað persónliga frælsið, jú fyri tann, sum hugsar sum trælur, ella man tað ikki vera, sum tað persónliga frælsið, í einum innhegnaðum høsnagarði, har húsbóndin ræður yvir knarvanum. Í nýggjari tíð hevur húsbóndin ikki verið føroyingur, ikki síðan uml. 1274.

  Teir siga ferð eftir ferð, at vit føroyingar hava frælsi nokk, og at danska Grundlógin við Heimastýrislógini tryggjar okkara frælsi bæði fyri fólk og land, men ekspertarnir siga nakað annað. Lise Lyck, lektari á Handilsskúlanum í Keypmannahavn, skrivar í blaðnum Føringurin 25/6-1998: Ved Grundloven av 1953 blev den danske stat formelt en enkelstat, og den færøske hjemmestyrelov fra 1948 blev ikke nævnt i Grundloven.

  Vagn Wåhlin, Århus Universitet, skrivar í blaðnum Føringurin 26/2-1998: Den gældende Grundlov af 1953 gælder ikke, trods den i 1948 vedtagne lov om Færøernes hjemmestyre - til et særligt lokalt indre selvstyrebegreb om »Hjemmestyre«, men fastslår i §82: »Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggende ordnes ved lov«.

  Sambandsflokkarnir siga, at føroyingar hava fullan rætt yvir oljuni, sum kanska verður funnin undir Føroyum, men so er ikki. Vagn Wåhlin skrivar í blaðnum Føringurin 26/2-1998: Olien og undergrundens sagsområder kan, som Schlüter gjorde det i 1992 overføres fra Hjemmestyrelovens liste »B« om fællesanliggender til lovens liste »A« om færøske særanliggender. Men derfor er den mulige olie stadigt underlagt Grundloven og rigets suverænitet og dermed statens tilsynsret og tilsynspligt.

  Hava vit ikki altíð hildið okkum verið føroyingar, men nakað annað er hvat vit eru juridiskt.

  Ein føroyingur er danskur ríkisborgari, sum hoyrir heima í Føroyum. Men í somu løtu hann flytur úr Føroyum gerst hann vanligur danskur ríkisborgari uttan serrættindi sum fólk. Onkur sonevnd tillægslóg um málsundirvísing er, hví skal føroyingurin altíð liva uppá tillægslógir, hvar er europeiska minnilutakonventiónin, sum 1/2-1995 bleiv samtykt av Europaráðnum fyri minnilutar, men hetta umfatar, sum vanligt, ikki føroyingar í Danmark, bert týska minnilutan.

  Heimastýrislógin er bert ein good-will avtala, sum danska stjórnin gjørdi til føroyingar í Føroyum eina, til tillægslóg, og sum bert nakrir fáir politikarar í Føroyum góðtóku, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin gjørdu ikki, ei heldur tað føroyska fólkið, sum ikki fekk loyvi at atkvøða, sum skuldi verið tað mest avgerandi fyri demokratiið tá sum nú. Sum tá sum nú eru tað fyrst og fremst føroyingar, sum eru móttakarar av boðum frá dønum. Eitt satt kanska-land.

  Nú mugu flestu føroyingar spyrja seg sjálvan, um teir í komandi tíðum vilja vera ein tillægsdanskari ella hjartaføroyingur við høvuðsábyrgd í Danmark fyri fólk og land, kann man ikki kalla hetta fyri ein parantesføroying.

  Men tað eru eisini føroyingar, sum hava tikið støðu til at blíva til juridiskar føroyingar, ikki bert í Føroyum, men eisini úti í stóru verð, at vera harrar í egnum húsi og ikki altíð noyðast at spyrja húsbóndan: góði søti, má eg ikki fáa lov?

  Tað kann ikki vera ivi um, hvat ein rættur føroyingur droymir um og vil verða.


Flaggið tað veittrar yvir

ófrælsari tjóð,

leiddi ikki Guð hetta fólk

til hetta land,

og fólkið var tá frælst,

sum ófrælst fólk vit

kjempa nú,

móti somu monnum í

nýmótans hami,

sum Nólsoyar Páll

kjempaði ímóti tá.



Dánial Jákup Jakobsen

Daddellunden 12, 3t.h.

Esbj