- Fýra frystilínuskip fiska undir Føroyum, og eitt frystilínuskip siglur heim av Flemish Kap.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini til ráfiskatilfeingið í hesi vikuni.
- Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men helst fer onkur út í hesi vikuni.
Lagt verður aftrat, at streymurin verður brúkiligur, men harðnar, sum vika gongur.
- Veðrið verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri hesa vikuna.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey eisini, at onkur útróðrarbátur er á Føroyabanka.