Um 13-tíðina í gjár var løgreglan fyri einari hending í Norðoyatunlinum, sum hevur við sær, at løgreglan nú ynskir at koma í samband við ein bilførara í hesum sambandi.
- Vit vóru á veg norður ígjøgnum tunnilin, tá vit møttu einum bilførara, sum møguliga ætlaði sær at gera eina yvirháling inni í tunlinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nevndi bilførari fór út um heilu linjuna á koyribreytini og koyrdi tískil á breytini, har mótkoyrandi ferðsla skal koyra.
Tað er ikki loyvt, tí yvirháling er ikki loyvd í nøkrum av føroysku tunlunum.
- Vit fingu bremsað fyri mótkoyrandi bilinum, og vit fingu eisini fatur á føraranum, sum kanska hevði í hyggju at yvirhála inni í Norðoyatunlinum.
Vaktleiðarin segði í morgun, at tey gjarna vilja hava samband við hin triðja bilføraran, sum eisini gjørdist partur av hesum.
- Tað er bilførarin, ið koyrdi frammanfyri bilin, sum koyrdi út um heilu linjuna. Eftir øllum at døma noyddust allir tríggir bilarnir at bremsa rættiliga harðliga.
Løgreglan sigur, at tey fegin vilja frætta frá bilføraranum, sum koyrdi fremstur suðureftir, og sum eftir øllum at døma eisini hevur merkt, at her var ikki alt, sum tað átti.
Sambært vaktleiðaranum, verður bilførarin, sum fór út um heilu linjuna og sum soleiðis elvdi til ávísan ruðuleika inni í tunlinum hesa løtu, skuldsettur í málinum.
- Bilførarin í hesum triðja bilinum, sum er nevndur í hesum greinastubba, er vælkomin at venda sær til okkara, leggur løgreglan aftrat.











