Í Grønlandi tjena menn í miðal stívliga 20 prosent meira enn kvinnur.
Tað vísa hagtøl hjá Grønlands Statistik, sum grønlendska kringvarpið - KNR - endurgevur á sínari heimasíðu.
Hetta er galdandi bæði tvørtur um kommunumørk og aldursbólkar.
KNR vísir á, at miðalinntøkan hjá monnum í 2024 var 327.000 krónur, meðan tilsvarandi miðalinntøka hjá kvinnum var 271.000.
- Hetta merkir, veit grønlendska kringvarpið at siga, at í landshøpi tjentu menninir 20,7 prosent meira í 2024 enn kvinnurnar.
Meira enn hetta kann lesast á - https://knr.gl/da/nyheder/maend-tjener-over-20-procent-mere-end-kvinder-her-i-landet
##med2##












