Eitt gylt høvi at vísa fantastisku Føroyar

- Saman við mínum nærmastu fari eg til Gøtugjáar at uppliva hetta serstaka fyribrigdið, sigur Jóhan Christiansen.

- Jú, eg eri sera spentur til sólamyrkingina fríggjadagin. Eg havi ongatíð áður upplivað eina sólamyrking. So, eg gleði meg sera nógv.

 

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen.

 

Hann sigur seg vóna, at veðrið verður til vildar, so sólarmyrkingin kann upplivast til fulnar.

 

- Sjálvur fari eg saman við mínum nærmastu til Gøtugjáar, har eg havi ein haga. Verður veðrið gott og klárt, fari vit nakað niðanfrá fyri at uppliva hetta serstaka fyribrigdið. 

 

Jóhan Christiansen sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt tað, er full sólarmyrking nakað heilt serligt.

 

- Tí skilji eg eisini væl, at ferðafólk í hópatali koma til Føroya fyri at uppliva hetta.

 

Borgarstjórin í Eysturkommunu heldur, at hetta samstundis er eitt gylt høvi hjá okkum føroyingum at vísa okkara fantastiska land fram - og at vísa øllum gestunum okkara gestablídni.