Á býráðsfundi í Eysturkommunu í gjár varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt. Skattaprosentið verður 21, ið er tað sama sum í 2021, og barnafrádrátturin verður 8.000 krónur, sum eisini er tann sami sum í 2021.
Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 118,2 miljónir krónur, og rakstrarútreiðslurnar verða 98,2 miljónir. Íløgurnar í 2022 verða 46,1 miljónir, og rentuútreiðslurnar verða mettar til eina miljón. Úrslitið í 2022 verður eitt hall á 28,4 miljónir krónur, sum verður fíggjað við lántøku.
- Vit hava sum fyrsta býráð í Føroyum samtykt at seta eyka pening av til innkoyring av vøggustovubørnum. Hetta fyri at ansingarstovnarnir betri kunnu tillaga seg innkoyringar av nýggjum børnum, men samstundis varðveita hendurnar og starvsfólkið, sum eru inni á stovninum til restina av børnunum.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at rakstrarjáttanin til eldrasamstarvið Nánd, sum kommunan hevur saman við Fuglafjarðar kommunu, er hækkað við 3,8 miljónum. Av hesum eigur Eysturkommuna tvær miljónir. Henda hækkingin kemst serliga av, at Nánd hevur sett út í kortið at veita eina enn betri tænastur til eldru borgararnar við uppraðfesting av starvsfólki.
- Størsti parturin av íløgunum í 2022 verða gjørdar í verkætlanir, sum longu eru farnar í gongd, eitt nú dagstovnin við Gøtugjógv, útstykking í Leirvík, víðkan av kirkjugarðinum í Leirvík og til nýggja jarðhitaskipan til skúlan og Giljagarð í Leirvík. Tilsamans verða 39,6 miljónir krónur brúktar til hesar verkætlanir í 2022.
Umframt hesar íløgur, hevur býráðið eisini sett peningur av til at keypa lendi í Syðrugøtu til nýggja útstykking, og peningur er eisini settur av til íløgur í vatn, kloakkir og vegir umframt at nakað av peningi verður brúktur til fríðkan av bygdunum.
- Skúlin í Eysturkommunu húsast í dag við Gøtugjógv og í Leirvík. Skúlin við Gøtugjógv er seinasta árið umvældur. Hetta arbeiðið er liðugt. Í komandi fíggjarári, eins og í 2021, er peningur settur av til fyrireikandi arbeiði at umvæla skúlan í Leirvík. Ein bólkur er settur til tað arbeiðið, sum er farið í gongd.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið við at dagføra skúlan í Leirvík inniber, umframt umvæling, at eisini at nágreina, hvussu skúlabygningurin á bestan hátt kann brúkast av skúla og lokalsamfelagnum annars.
- Ætlanin er at gera hetta við smærri uppíbyggingum og tillaging av verandi hølum, soleiðis at hølini gerast meira nútímans og koma at passa enn betri til tann veksandi skúlaungdómin og betri kunnu brúkast til tiltøk, sum eru borgarunum í Eysturkommunu at frama, verður lagt aftrat.
##med2##