Tað kemur fyri, at starvsfólk á psykiatriska deplinum eru fyri harðskapi ella hóttanum, stendur í frágreiðingini eftir eftirlitsvitjanina hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Har er upplýst, at frá novembur 2015 til novembur 2016 eru 12 skaðafráboðanir frá starvsfólkum á psykiatrisku viðgerðareindini. Tríggir av hesum vórðu fráboðaðir løgregluni.
- Talan er um bæði hóttanir og likamligan harðskap, skrivar Sólja í Ólavsstovu.
Stutt undan vitjanini hjá Løgtingsins Umboðsmanni hevði Arbeiðseftirlitið eisini verið á eftirlitsvitjan viðvíkjandi harðskapsmálunum. Hetta var gjørt, tí at frá 1. oktobur 2016 til Arbeiðseftirlitið kom á vitjan um heystið, høvdu tey fingið 10 fráboðanir um harðskap ella hóttanir á deildini.