Eitt heilt landslið situr uttanfyri við skaða

Manslandsliðið: Håkan Ericson hevur eitt heilt landslið av spælarum, sum ikki eru tøkir

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur í dag úttikið manslandsliðið, sum skal til Baltic Cup í juni. Stóra søgan er sjálvandi hópurin, ið er úttikin, men sum nakað nýtt kunngjørdi landsliðsvenjarin eisini hvørjar spælarar hann ikki kundu úttaka.

 

Skaðar hava nevniliga rakt fleiri av berandi kreftunum á manslandsliðnum seinnu árini. Her eru ellivu spælarar, sum á einum øðrum degi kundu havt verið uppstillingin til ein landsdyst.

 

Av hesum hevur Teitur M. Gestsson givið avboð í samráð við landsliðsvenjaran, tí hann hevur próvtøkur um júst hetta mundið. Her er Páll A. Klettskarð ikki íroknaður. Honum stóð í boðið at koma við landsliðnum hesaferð, men valdi at takka nei.

 

Hetta er spælarar, sum vit ikki kunnu taka út:

 

Teitur M. Gestsson

 

Hørður Askham

 

Odmar Færø

 

Heini Vatnsdal

 

Magnus Egilsson

 

Sonni Ragnar Nattestad

 

Hallur Hansson

 

Jákup B. Andreasen

 

Sølvi Vatnhamar

 

Andrass Johansen

 

Jóannes Bjartalíð