Eitt hjartasuff til allar politikarar

Her standa fjøllini há og stór

og oman í bygdina daga,

vit gleðast um hvønn dag, ið fór,

at síggja áirnar vaða.


Áin hon rennur, ja, vøkur hon er,

og hon ongum menniskja nakað ger

hana Gud okkum gav í hesi verð,

men takast hon skal og undir fer.


Hvat er tað fyri lóg og rættur,

sum okkara bygd skal raka?

Vendið tit skútuni skjótast aftur,

sessist við borðið um ánna at kjaka.


Gud okkum hesa bygd hevur skapað

við skúmandi áum, sum tit nú skulu taka,

lat okkum bygd og áir ei tapa,

av menniskjaávum umhvørvið saka.


Politikarar, frá tykkum er lítið at hoyra,

steðgið, so tit ikki Stórá undir jørðina koyra,

lat tað ikki vera hjá nøkrum í iva,

at vit fáa høvi í hesum plássi at liva.


Og hvat við hesari stýrisverð,

hvat er hetta, sum hendir og fer í gerð,

nei, ei tit hugsa, meðan dagur er,

at alt verður máað og til grundar fer.


Vita skulu tit stýrandi menn,

sum okkara bygd vilja háða,

gloymt tað tykkum ei verður enn,

tað tit okkum eru til bága.


Vælsignaðir sitið ei hendur í lumma,

greiðið hesa fløkju so væl sum tit kunna,

loysið hetta álvarsmál skjótt og væl,

tí fólkið í Funningi sjálvandi liva skal.


Til síðst tit politikarar, sum valda,

latið okkum í Funningi áirnar behalda,

Gud gevi, tit skilja hesa støðu,

áðrenn alt er farið og vorðið til søgu.


bygdarmaður