Eitt kók í part í Eiðis kommunu

- Møguleiki er at fáa tvøst fram til klokkasn 14 - ella so leingi, sum grind er eftir

Á middegi í dag høvdu fólk í Eiðis kommunu høvi at koma oman á bryggjuna at fáa sær eitt kók av grind.

 

Hetta er grind, sum kommunan hevur fingið úr Hvalvík, har fleiri springarar løgdu beinini í gjár.

 

- Talan er ikki um stórar nøgdir, men eitt kók til hvørt húski í kommununi.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at fólk, sum koma eftir grind, skulu hava ílat ella posa við sjálvi.

 

- Møguleiki er at fáa tvøst fram til klokkasn 14 - ella so leingi, sum grind er eftir, verður lagt aftrat.