Hvør ansar eftir leiðaranum?

Leiðaratrivnaður á breddan

 

Nógv verður tosað um trivnað á arbeiðsplássinum. Vit tosa um sálarligt arbeiðsumhvørvi, strongd, arbeiðsgleði, samstarv og góða leiðslu. Men ein týðandi spurningur verður ofta standandi eftir: Hvussu hevur leiðarin tað? Leiðarar bera ofta stóra ábyrgd og standa í avbjóðandi støðum, men ov sjáldan verður trivnaðurin hjá leiðaranum sjálvum settur á breddan.

 

Tiltak á Hotel Hilton 11. juni

 

RR Consulting skipar fyri skeiðnum Leiðaratrivnaður í felagsskapi á Hotel Hilton í Havn hósdagin 11. juni 2026 kl. 09.00–16.00. Skeiðið setir sjóneykuna á, hvussu leiðarar, leiðslubólkar og organisatiónir kunnu arbeiða meira tilvitað við trivnaði hjá leiðarum — ikki bert sum ein persónlig ábyrgd hjá tí einstaka leiðaranum, men sum ein felags leiðslu- og organisatiónsuppgáva.

 

Leiðarar skulu ofta ansa eftir øðrum. Nú er høvi at seta sjóneykuna á, hvussu vit eisini kunnu ansa betur eftir leiðarunum.

 

Luttakarar kunnu fáa ágóða av degnum, uttan mun til um teir vóru við, tá Lill Palmblad seinast setti leiðaratrivnað á breddan í Føroyum í 2025, um teir hava lisið Hvem passer på chefen? ella um evnið er púra nýtt fyri teimum.

 

Møt Lill Palmblad

 

Skeiðshaldari er danski vinnusálarfrøðingurin Lill Palmblad. Hon er ein av teimum fremstu fakligu røddunum í Norðurlondum innan leiðaratrivnað. Hon er vinnusálarfrøðingur, góðkendur arbeiðsumhvørvisráðgevi og stjóri og partnari í Palmblad Erhvervspsykologi. Hon arbeiðir við leiðslu, leiðaratrivnaði, arbeiðsumhvørvi og fyribyrging av strongd.

 

Lill Palmblad hevur saman við Louise Dinesen skrivað bókina Hvem passer på chefen?, sum kom út í 2024. Bókin hevur sett trivnað hjá leiðarum á breddan og varpar ljós á ein blindan vinkul í nógvum organisatiónum: at leiðarin ofta verður sæddur sum tann, ið skal hava orku, yvirlit og loysnir — men ikki altíð sum eitt menniskja, ið sjálvt hevur tørv á góðum karmum, stuðli og fakligari reflektión.

 

Enska útgávan av bókini Who Looks After the Boss? – A Guide to Leadership Well-being kemur út 13. juni. Tað vísir, at leiðaratrivnaður ikki bert er eitt danskt ella norðurlendskt evni, men ein altjóða leiðsluavbjóðing.

 

Leiðaratrivnaður verður skaptur í felagsskapi

 

Evnið leiðaratrivnaður er sera viðkomandi í Føroyum, har leiðarar ofta standa tætt upp á bæði starvsfólk, kundar, borgarar, nevndir, politiskar avgerðir og lokalsamfelagið. Tað kann vera ein styrki, men tað kann eisini gera leiðaraleiklutin serliga krevjandi. Tí er tørvur á at tosa meira opið og fakliga um, hvat skal til fyri, at leiðarar kunnu standa sterkari — bæði einsæris og saman.

 

Á skeiðnum verður arbeitt við spurningum sum: Hvussu kunnu vit skapa góðar karmar fyri leiðaratrivnað? Hvussu kunnu leiðslubólkar gerast ein sterkari stuðul hjá hvørjum øðrum? Hvussu kunnu sálarligur tryggleiki og gott samstarv í leiðslu styrkja bæði trivnað og leiðslumegi? Og hvussu kunnu leiðarar vera betur fyrireikaðir at handfara truplar støður?

 

Á skeiðnum verða fakligar framløgur, reflektiónir og samrøða í smærri bólkum við støði í royndum hjá luttakarunum. Skeiðið er viðkomandi fyri leiðarar á øllum stigum, leiðslubólkar og HR-starvsfólk, sum arbeiða við karmum fyri góða leiðslu.

 

Um RR Consulting

 

RR Consulting er føroyskt ráðgevingarvirki, sum arbeiðir við leiðslu, organisatiónsmenning og strategi. Lill Palmblad og RR Consulting hava gjørt samstarvsavtalu, og skeiðið 11. juni er partur av hesum samstarvi.

 

Tilmelding

 

Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo. Freistin er 4. juni 2026, og plássini eru avmarkað.

 

##med2##