Ein av teimum, ið hava framløgu á kunningarfundunum á miðnámsskúlunum og í Miðlahúsinum, er Jakob Lange, lestrarleiðari á Københavns Universitet og leiðari á samskipaðu tilmeldingini til danskar lestrarstovnar. Jakob Lange hevur arbeitt í donsku útbúgvingarskipanini í 40 ár. Hann hevur ein fastan teig í morgunblaðnum Politiken, har hann svarar spurningum um útbúgvingar, og hevur verið vertur á TV2 í sending um útbúgvingar. Hann sigur sjálvur, at hann ivaleyst er tann einstaki persónurin, sum veit mest um útbúgvingar í Danmark, og eisini ein heilan hóp útbúgvingar í øðrum londum.
Hann sigur, at hann kann svara flest øllum spurningum um langar, miðallangar og stuttar útbúgvingar í Danmark, og hann væntar, at kunna geva teimum ungu tey svar, ið tey sóknast eftir viðvíkjandi vali av útbúgving.
Ikki ein rekrutteringsferð
Hann leggur dent á, at hetta ikki eru nøkur rekrutteringsferð til Føroyar. Hann hevur einki ynski um, at tey ungu endiliga skulu velja Danmark framum onnur lestrarlond. Hann heldur, at tað er gott fyri landið og tey ungu, at tey leita sær vitan í øðrum londum.
Hann kemur til Føroyar fyri at hjálpa teimum ungu við at taka kvalifiseraðar avgerðir um lestur, og fyri at siga teimum hvørji lestrartilboðini eru í Danmark. Hann heldur fram, at útbúgvingarskipanin í Danmark hevur nógvar sterkar síðir, og fleiri útbúgvingar eru sera góðar.
Náttúruvísindin stendur í stað
Nógv kjak hevur verið í donskum fjølmiðlum um støðuna á donskum náttúruvísundaligum og tøkniligum útbúgvingum. Meðan tølini á lesandi innan hugvísindi eru vaksandi hava tølini á teimum, ið lesa náttúruvísindi og taka tøkniligar útbúgvingar staðið í stað, og onkunstaðni hava tey verið lækkandi. Jakob Lange sigur, at hesin trupulleiki sær størri út enn hann er, her er ikki talan um veruligt fall, men heldur um manglandi vøkstur, men at teir arbeiða málrætta við at fáa áhugan fyri hesum útbúgvingum at vaksa.
Jakob Lange heldur fram, at størsti trupulleikin á náttúruvísindaliga økinum, er at fáa tillagað áhugamálini hjá teimum, ið søkja inn. Alt ov nógv hava áhugað í at læra um hval og afrikansk djór, meðan tørvurin er á fólki, ið granska innan bio- og nanotøkni.
Høgt støðið innan bio- og nanotøkni
Í føroyska kjakinum um gransking hevur verið ført fram, at føroyingar eiga at satsa uppá ílegugransking. Jakob Lange sigur, at bæði í Keypmannahavn og í Århus eru útbúgvingarnar innan bio- og nanotøkni á sera høgum støði, og sostatt væl fyri at skapa komandi føroyskar granskarar. Hesar útbúgvingar eru teoretisk væl fyri, og standa samstundis sera sterkt á praktiska økinum. Hetta er ikki minst orsakað av at Novo Nordisk er ein donsk fyritøka, ið granskar innan hesi øki.
Datalogi er ov stirvið
Talið á teimum, ið søkja á datalogi útbúgvingina á donsku universitetunum er lækkað nógv. Hetta heldur Jakob Lange vera rættuliga óheppið. Men sigur, at orsøkin fyrst og fremst er tann, at IT-Universitetið er byrjað, og hevur tikið nógv av teimum, ið annars høvdu lisið datalogi á universitetunum. Vanligu datalogi útbúgvingarnar eru øgiliga teoretiskar, meðan man á IT-Universitetunum arbeiðir við nógvum praktiskum, sum t.d. animatión av teknifilmum.
Jakob Lange sigur, at tey eru í ferð við at gera datalogi útbúgvingina eitt sindur meira spennandi. Men at teoriin er sera týdningarmikil, tí tað er við teimum stóru teoretisku tankunum, at tey veruliga stóru framstigini henda.
Granskingardepil
Jakob Lange hevur ikki innlit í føroysku ætlanirnar innan gransking, men leggur dent á, at føroyingar mugu hava í huga, at hetta er eitt lítið samfelag, og at málrættan av gransking er sera týdningarmikil. Hann sigur at føroyingar eiga, at fáa sær breiðu og grunnleggjandi vitanina uttanlanda, og gera nøkur sterk og smøl granskingarumhvørvi í Føroyum, tí tað er óðamannaverk at royna at fevna breitt í einum so lítlum samfelag.