Pink Pumps frá Bianco
Bianco er við uppá ljósareyða rákið, og við ljósareyðu skónum, sum hava fingið heitið Punk Aida Pumps, gevur Bianco sítt boð uppá vársins móta.
Ljósareytt prýði
Hálsketur, oyraringar, armbond – ja, nærum allar smúkkur í ljósareyðum eru nú lagdar fram í teimum ymsu mótahandlunum. Ætlar tú at nýta ljósareyðar smúkkur, so eru eitt nú stórar hálsketur við djóramotivum nógv at síggja.
Taskur til skógvarnar
Eins og altíð er tað rættiliga tjekkað at hava tasku og skógvar í sama liti. Tímir tú ikki at eksperimentera við rákinum, so kanst tú altíð leita tær til klassiska stílin við matchandi tasku og skóm.
T-troyggjur til gerandisdagin
Fyri at fáa eitt sindur av ljósareyða rákinum inn í gerandisdagin, kanst tú altíð nýta t-troyggjur í litinum. Heldur tú liturin er ov sterkur, so er tað nevniliga eitt gott hugskot at seta litin saman við vanligum cowboy buksum og einum klædningsjakka ella leðurjakka.
Til tær djørvu
Helst eru tær flestu ikki líka djarvar sum Avril Lavigne, sum á myndini sæst við ljósareyðum strípum. Men hetta er tó ein møguleiki, um tú vilt koyra stílin fult út. Tað ber væl til at keypa sær extensions lokkar í øllum hugsandi litum – eisini ljósareyðum. Sum sæst á myndunum her, so er tað einans hugflogið, sum setur markið, tá ið umræður ljósareyða mótan.