Tá eg skrivi hetta er 13. desember. Fyri tey flestu í vesturheiminum bert ein av teimum 24 døgunum í desember mánaði, meðan bíðað verður eftir jólunum. Men ikki fyri tann, ið býr í tí svenskt talandi partinum av Norðurlondum, t.v.s. Svøríki, Álandi og tí lutvíst svenskt talandi Finlandi. Her veit hvørt mansbarn, at 13. desember er Lusiudagurin. Dagurin, tá túsundtals gentur klæða seg í hvítar serkar, seta krúnu av livandi ljósum á høvur síni og ganga syngjandi í skrúðgongum hús úr húsi frá morgni til myrkurs.
Lusia er eitt katólskt halgimenni. Vit vita ikki so nógv um hana, annað enn at hon livdi í býnum Sýrakusa á Sisiliu og leið ein pínufullan martýrdeyða í árinum 304. Í Norðurlondum er gjøgnum øldirnar vaksin fram ein fólkslig ímynd av Sankta Lusiu sum ljósberarin í ársins myrkastu tíð. Tað er úr hesari fólkaímyndini av Lusiu sum nútíðar Lusiuhaldið í Svøríki, Álandi og Finlandi er vaksið fram. Siðurin at halda Lusiudagin tók seg upp fyri umleið 100 árum síðani, og er síðani støðugt vaksin í undirtøku, og í dag luttekur at kalla alt samfelagið í hesum hátíðarhaldi í áðurnevndu trimum londunum.
Í Føroyum er Lusiahaldið ikki heilt ókent. Einstakir skúlar eru farnir at hava Lusiuskrúðgongur í sambandi við jólaveitslurnar. Og tann árliga Lusiukonsertin er vorðin eitt fast innslag í desemberskránni hjá Norðurlandahúsinum. Eitt hugnaligt innslag millum nógv onnur í »upptaktini« til jóla, men ikki meira enn tað.
Av tí sama er kanska ilt at skilja, hvussu høgt gingið verður upp í Lusiuhaldið her í eystaru Norðurlondunum. Í Álandi eru øll við, frá vøggustovum til Landsstýri og Løgting. 6 ára gamla dóttir mín hevur glett seg síðani eina ferð í oktober til, at hon skuldi vera Lusia í barnagarði sínum. Og teir fyrstu tveir tímarnar nú í morgun lá arbeiðið í álendska løgtinginum og landsstýrinum stilt, meðan starvsfólk og politikarar vóru til Lusiuskrúðgongu í løgtingssalinum.
Hvør skúli velur sína Lusiu, sum skal ganga á odda í Lusiuskrúðgongu skúlans við kertuljósakrúnu á høvdunum, hvør býur velur sína, og í bæði Álandi, Svøríki og Finlandi verður ein Lusia vald fyri alt landið. Fjølmiðlar og vælgerðandi felagsskapir skipa fyri valunum í felag og undirtøkan er stór.
Tá eg fór upp í morgun, lurtaði eg sum vanligt eftir tí lokalu útvarpsstøðini. Har hoyrir tú finsku ríkistíðindini á svenskum klokkan 7, eftirfylgd av álendsku tíðindunum kl. 7.15, og klokkan 8 koma so tíðindini frá svenska ríkisútvarpinum. Í øllum trimum tíðindasendingunum í morgun, bæði finlandssvensku, álendsku og svensku, snúði høvuðssøgan seg um, hvat ið landsins fólkavalda Lusia hevði havst at fyrr um morgunin. Og hetta hóast týdningarmikil ES-toppfundur fór fram í Helsingfors, har bæði svenskir og finskir politikkarar gjørdu vart við seg í týðandi málum.
Tann álendska Lusian hevði ein strævnan dag í dag, lesi eg í Tidningen Åland, sum er komin út í kvøld. Hon og ternur hennara byrjaðu klokkan seks í morgun við at vitja á álendska meginsjúkrahúsinum, har tær gingu frá deild til deild og sungu fyri sjúklingunum, síðani hildu tær á allan dagin við vitjanum á ellisheimunum í býnum, í handlum, bankum, á gongugøtuni o.s.fr. Klokkan seks í kvøld luttóku tær í guðstænastu í størstu kirkjuni í Mariuhamn. Og eftir guðstænastuna vórðu tær koyrdar í hestavogni gjøgnum býin, meðan túsundtals álendingar stóðu fram við vegunum og fagnaðu teimum. Framman fyri teimum gekk ein kyndlagonga og eitt stórt tok av reiðfólki, rossavognum og gomlum brandbilum, samanlagt eitt fylgi um ein hálvan kilometur til longdar. Allur halin endaði á torginum mitt í býnum, har Lusian, sum í ár æt Sara Johansson, og ternur hennara endaðu dag sín við at syngja fyri stóru mannfjøldini, ið var savnað har.
Fyri tann, ið ikki áður hevur verið hjástaddur í einum svenskt talandi landi tann 13. desember, er dagurin ein ótrúliga stemningsfull uppliving. Alt samfelagið sum tað er tykist hendan dagin at leggja seg eftir at seta ein hugnaligan dám á.
Tá tú heima í Føroyum fortelur um onkran serliga forkunnugan útlendskan sið, ið tú hevur upplivað, fært tú mangan spurningin: Hvat skal hatta vera gott fyri?
Fyri okkum sum eru foreldur at smáum børnum er eingin ivi um, hvat Lusiudagurin er góður fyri. Hann er eitt kærkomið hæddarpunkt mitt í jólamánaðinum, sum avleiðir tann ovurspenningin sum børnini ? og tey vaksnu við fyri alt tað - annars byggja upp fram til jóla. Her í Álandi hevur hugurin hjá flestu børnum tær báðar fyrstu vikurnar í desember verið upptikin av fyrireikingum til Lusiuhaldið. Nú Lusiudagurin er yvirstaðin, eru bert 10 dagar eftir til at savna hugin og byggja upp spenningin til jólaaftan. Og tá eru forvæntningarnir hjá børnunum meira yvirkomiligir hjá okkum foreldrum.
Mikkjal Helmsdal, Mariehamn.