Javnstøðunevndin fer á barrikadurnar. Hesaferð fyri at verja menn. Ella rættari pápar. Orsøkin er, at Barsilsskipanin er í peninganeyð og fyri at spara pening, ætlar Bjarni Djurholm landsstýrismaður millum annað at skerja møguleikan hjá pápum at vera heima hjá barninum fyrstu tíðina.
Sum er kunnu allir pápar vera heima saman við mammuni fyrstu fjúrtan dagarnar av lívinum hjá nýfødda barninum. Fyrstu 12 vikurnar skal mamman vera heima hjá barninum, men næstu 10 vikurnar eftir tað kunnu mamman og pápin býta sínámillum.
Sum er, er lønarendurgjaldið 100 prosent upp til 35.000 krónur. Hagtøl hjá Barsilsskipanini vísa, at útgjaldið til menn er munandi hægri enn til kvinnur, og tí sær landsstýrismaðurin tað sum ein upplagdan sparimøguleika at skerja rættin hjá monnum at fara heim til barnið.
Tað hóvar ikki forkvinnuni í Javnstøðunevndini, Anniku Wardum Joensen.
? Eg skilji tað als ikki, tí hetta fær stórar avleiðingar. Allar kanningar og øll vitan vísir, at tað er best fyri barnið, um tað bæði hevur eina mammu og ein pápa rundan um seg. Pápar eru eins góðir til umsorgan, hóast teir sjálvandi ikki kunnu geva bróst. Men í Føroyum skulu pápar eftir øllum at døma ikki hava hendan møguleikan, og tað tú tekur frá pápum og mammum, tekur tú eisini frá barninum, sigur Annika Wardum Joensen.
Javnstøðunevndin fegnast annars um, at vit hava fingið eina Barsilsskipan, tí hon er eitt stórt framstig fyri javnstøðu, men hon harmast um, at hvørja ferð skipanin verður broytt, er tað til tað verra.
Seinast skipanin varð broytt, heitti Javnstøðunevndin á politikarar um at áseta eina pápakvotu, sum datt burtur, um menninir ikki fóru heim til barnið eina tíð. Tá var talan um at økja skipanina úr hálvum upp í eitt ár, men eingir pengar fylgdu við og eingin pápakvota varð ásett, og tí broytti tað lítið um mynstrið. Annika Wardum Joensen vísir í staðin til íslendsku skipanina sum eina fyrimynd.
? Í Íslandi, har lønarendurgjaldið er 80 prosent, kunnu kvinnur taka tríggjar mánaðir, pápar tríggjar mánaðir og síðan hava tey tríggjar mánaðir afturat at býta sínámillum. 85 prosent av pápunum taka gleðiliga av og eru heima í barnsburðarfarloyvi. Men í Føroyum vilja okkara politikarar ikki geva familjuni hendan møguleika, og tað vísir, at samgongan og løgtingið ikki vilja føra javnstøðupolitikk. Tann skerjingin, sum nú hendir í staðin, er eitt álvarsligt afturstig fyri javnstøðuna her á landi, sigur Annika Wardum Joensen.