Eitt mál restaði í móti slovensku heimsstjørnunum

Uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu taptu Føroyar við einum máli ímóti Slovenia

Aftur í dag varð tað staðfest, at stóra menningin heldur fram, sum føroyskur hondbóltur hevur verið í.

 

Føroysku U-20 menninir spældu í dag ímóti Slovenia, ið er styrkismett at eiga stinnasta liðið í okkara bólki í EM endaspælinum fyri U-20 menn, sum í hesum døgum er í Portugal. Undan dystarbyrjan var tað øgiligt skot fyri bógvin á føroyska liðnum, at stjørnuspælarin yvir allar, Elias Ellefsen á Skipagøtu, vísti seg ikki at vera førur fyri at spæla.

 

Uttan stjørnuspælaran megnaðu Føroyar av álvara at bjóða Slovenia av. Úrslitið var, at Slovenia vann 28-27 eftir hálvleiksstøðuna 18-15.

 

Føroyska álopsspælið var støðugt hugflogsríkt og fikskt, hóast mótstøðuverjan spældi sera hart og eisini slapp at spæla ikki frítt óregluligt.

 

Leingi kendist føroyska verjuspælið at halta, tí mótstøðumenninir vóru heilt inni ímóti strikuni, áðrenn teir vórðu taklaðir.

 

Í sovornum dystum hava føroysk avrik ofta verið eyðkend av, at orkan fram ímóti dystarenda hevur gingið undan. Soleiðis er tað ikki hjá hesum liðnum, og soleiðis var tað heldur ikki í dag. Føroyingarnir hildu høvdið kalt, og tá ið fimm minuttir vóru eftir, var støðan 25-24 til Slovenia. So javnaðu Føroyar, og inntil tað restaði ein hálvur minuttir, var munurin bara eitt mál. Tá økti Slovenia um leiðsluna til 28-26, og so taptu Føroyar 28-27.

 

Sjálvandi iðra føroyingarnir seg nógv um tepra tapið. Hákun West av Teigum varð vístur út í tveir minuttir, tá ið tað vóru fýra minuttir eftir, og Óli Mittún misnýtti brotskast, tá ið støðan var 26-25.

 

Tá ið úrslitið varð so tepurt, so er einki at undrast á, at føroyski hópurin lítur aftur á sovornar marginalar støður.

 

Men eftir stendur, at Føroyar uttan stjørnuspælaran yvir øllum hinum megnaði at geva stórfavorittunum ein skarpan gang.

 

Pauli Jacobsen var aftur í dag framúr í málinum, og úti á vøllinum vóru teir fleiri, sum í fínum liðavriki vístu fínt avrik. Óli Mittún, Pauli Mittún og 17 ára gamli Rói Ellefsen á Skipagøtu lyftu arvin eftir Elias, og tað var heilt positivt, at føroyska liðið megnaði so væl at spæla seg til møguleikar á vongunum og fram ímóti dystarenda eisini fann møguleikar á strikuni og við langskotum.

 

Hetta kundi bent á, at tað kanska fer at eydnast at vinna á middegi sunnudagin ímóti Ungarn – vónandi við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu á vøllinum.

 

 

 

 

 

Føroyar – Slovenia 27 – 28 (15 – 18)

 

Hákun West av Teigum 6

 

Óli Mittún 5

 

Pauli Mittún 5

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu 4

 

Baldur Gillason 3

 

Sveinur Olafsson 2

 

Janus Dam Djurhuus 1

 

Viktor Gaini 1

 

Bogi Hansen

 

Kristoffur Bjørgvin

 

Hanus Arason­­

 

Sakir Tróndarson Frýdal

 

Ovi Lützen

 

 

 

Pauli Jacobsen 17/45  37,78%

 

Alexandar Lacok 0/0

 

 

 

Venjarar: Julian Johansen og Mark Lausen Marcher

 

Aðrir á beinkinum: Jens á Skipagøtu og Ári Jógvansson Olsen