Tað hvílir ein serligur friður yvir hvíldarheiminum Naina í Gundadali í Havn. Hvíldarheimið minnir ikki um nakran stovn. Har valdar heimligt ró.
Lakeraðu trappurnar skína, og stovurnar eru hugnaligar við sínum vakra innbúgvi og nógvum málningum á bróstunum.
Naina stendur har beint upp at viðarlundini í eini grønari lagd við vøkrum útsýni.
Í dag eru 75 ár liðin, síðan Naina læt upp, og tað verður hátíðarheildið við móttøku, har Tórshavnar Manskór fer at syngja.
Naina, sum merkir eitt vakurt stað, er uppkallað eftir donsku kvinnuni Naina Scharla Nielsen, sum í 20-árunum kom til Føroya at undirvísa í húsarhaldi. Áhugan fyri Føroyum fekk hon, tí hon í Danmark hevði fleiri næmingar úr Føroyum, og so hevði hon eisini hug at uppliva nakað.
Í 1929 bygdi hon ein húsarhaldsskúla í Havn, og eftir at hava verið runt í landinum og sæð, hvusu ússaligt lív nógvar familjur livdu, fekk hon tað hugskot at stovna eitt hvíldarheimi við húsarhaldsnæmingum sum arbeiðsmegi og á tann hátt halda útreiðslunum niðri. Hetta var meðan ruberklarnir gingu, og kvinnurnar áttu upp í 16 børn. Kvinnurnar vóru illa fyri.
Naina Scharla Nielsen kom ikki á mál við síni ætlan, tí hon doyði í 1934 av bróstkrabba einans 41 ára gomul. Ætlanin við at hava næmingar sum arbeiðsmegi kundi ikki rættiliga brúkast.
Nógvar gávur
Men hon hevði ein góðan hjálpara, sum æt Alma Juhlert, sum setti sær fyri at fullføra ætlanina hjá Nainu.
Naina hevði testamenterað sínar ognir til ætlanina, men tá ið arvingarnir høvdu fingið sítt, vóru bara 5.600 krónur eftir. Og tað var langt frá nóg mikið til at byggja eitt hvíldarheim fyri.
Alma Juhlert fór so til verka. Í Danmark eydnaðist henni at savna 25.000 krónur inn m.a. frá vælviljaðum fyritøkum og einstaklingum, og hon syrgdi eisini fyri at fáa sement úr Danmark fyri hálvan prís. Hon fekk ein byggimeistara at koma til Føroya at standa fyri byggingini, tí føroyingar vóru tá ikki vanir við betongarbeiði.
Timbrið varð somuleiðis keypt bíliga.
Skjótt og gott verk
Fyri at sleppa bíligari varð søkt eftir handverkarum, sum vildu koma at gera arbeiðið fyri hálva løn, og tað stóð ikki á at fáa nóg mikið av fólki.
Arbeiðið byrjðai í juni, og í september sama ár var húsið longu takt. 23. februar 1936 var húsið klárt at flyta inn í. Tað gingu sostatt bara níggju mánaðir, frá tí at arbeiðið byrjaði, til húsið stóð liðugt.
Samstundis fór innsavning fram í Føroyum, og hóast vánaligar tíðir, komu 15.000 krónur inn. Av teimum komu 800 krónur frá skúlabørnum.
Heimið fekk nógvar gávur frá høgum og lágum. Lánið var einas 5.000 krónur.
Eitt kall
Maður Almu æt Ehrenfryd Juhlert, og hansara partur lá ikki eftir.
Tey vóru missiónsfólk og sóu tað sum eitt kall við hvíldarheiminum Naina.
Tey trúðu fult og fast uppá, at Várharra helt hondina yvir heiminum, tí hvørja ferð tað stóð á, kom ein óvæntað hjálp.
Tá ið handverkararnir skuldu hava løn, var eingin peningur tøkur.
- Beint tá kom ein maður framvið av tilvild og beyð sær at keypa húsini hjá Almu og Ehrenfryd Juhlert. Tað var annars ikki lætt at finna keypara, men hesin maðurin legði peningin á borðið, og tí bar til at gjalda monnunum løn, greiðir Ása Olsen frá.
Tey bæði búðu so í kjallaranum á hvíldarheiminum, og tey fingu sær ikki løn frá heiminum.
Eina aðru ferð var ein blaðmaður á Berlingske Tidende og vitjaði fyri at skriva um heimið.
Tá var vanligt, at fólk seldu fisk, og tað kom blaðmanninum fyri oyrað, at Naina ikki hevði ráð henda dagin at keypa fisk fyri eina krónu.
Blaðmaðurin var forfardur og setti seg beinanvegin í samband við danska blindastovnin, sum sendi heiminum 5000 krónur. Afturfyri skuldu sjónveik kunna koma á hvíldarheimið, og tann regla er framvegis galdandi.
Peningurin fór til ein grunn, so ognarleysar konur kundu koma á heimið.
Nógv vælvild
Ása Olsen sigur, at Naina gjøgnum árini hevur fingið nógvar gávur, og fleiri fólk hava testamenterað ognir sínar til hvíldarheimið. Hetta er eisini hent í nýggjari tíð.
Alma og Ehrenfryd Juhlet lótu alt sítt til heimið. Nakað av vakra innbúgvinum á Naina var brúðargáva teirra og tey góvu eisini heiminum málningar.
Tá ið hann fekk starv í Danmark sum postmeistari, fóru tey av landinum aftur.
Men tey gloymdu ikki Naina so. Í 1963 var Naina í so svárari trongstøðu, at stýrið valdi at lata heimið aftur.
Hetta harmaði tey bæði, so tey komu aftur til Føroya, og Kvinnufelagið í Havn gekk saman við teimum á odda fyri at fáa heimið at lata uppaftur. Hetta eydnaðist í 1965.
Um hetta mundið var Anna Danielsen leiðari, so kom Ansa Djurhuus, Katrin Dahl, og fyri átta árum tók Ása Olsen við sum fyristøðukvinna.
Naina er nakrar ferðir bygt út. Alt er líka væl gjørt og væl hildið, so tey kenna einki til blámusopp.
Alt gott
Fíggjarliga er heimið eisini væl fyri. Starvsfólkini eru sjey sjúkrarøktarfrøðingar, økonoma og reingerðarfólk. Húsavørð hava tey ongan, tí starvsfólkini duga sjálv at siggja, um okkurt krevur ábøtur, og so verður ringt eftir handverkarum.
- Vit hava ótrúliga góð starvsfólk, sum ganga so høgt uppí at hugna um og halda húsið, at tað kundi næstan verið teirra egna. Eingin er bangin fyri at taka eitt eyka tak. Vit eru fegin um at halda føðingardag og samstundis minnast tey menniskjuliga virðini í teimum fólkunm, sum tóku stig til heimið, sigur Ása Olsen.
- Hetta húsið er so vælsignað, at eg gleði meg hvønn dag at fara til arbeiðis, sigur hon.
Fáa heilsubót
Upprunaliga var hvíldaheimið fyrst og fremst ætlað teimum forstríddu og veiku konunum. Framvegis eru tað mest kvinnur á hvíldarheiminum, men av og á eru menn eisini har. Hetta tulkar Ása Olsen sum, at tá ið ein maður er sjúkur ella er útskrivaður av sjúkrahúsi, tekur konan sær av honum. Sjáldan er tað øvugt, at maðurin á sama hátt tekur sær av konuni. Haraftrat duga kvinnur illa at binda frið heima.
Sjúklingarnir á Naina fáa alt borið upp í hendurnar, tí tey skulu binda frið. Men tey kunnu altíð spáka sær ein túr. Tað gevur eisini heildubót.
Tá ið fólk verða skurðviðgjørd á sjúkrahúsi, verða tey nú beinanvegin skrivað út. Ofta eru tey tá veik og verða ávíst til hvíldarheimið.
- Tað er púra beint, tí tey koma nógv fyrr fyri seg her enn á sjúkrahúsi, har vandin fyri infeksjónum er nógv størri, tí har eru sjúk fólk. Her er friðarligt og ljóst, og sjúklingarnir fáa fulla røkt sigur Ása Olsen.
Ein song á sjúkrahúsi kostar meira enn á hvíldarheiminum.
Tað hendir meira enn so, at kvinnur, sum hava røktarkrevjandi mann heima, koma á hvíldarheimið, tá ið maðurin fer í umlætting, tí tá tørvar kvinnunum hvíld.
Tað koma ikki so nógvar barnakonur longur á Naina, nú samferðslukervið er so gott.
25 pláss eru á Naina, og um 360 fólk eru har um árið.
List ger væl
Nógvir vakrir málningar eru á hvíldarheiminum. Nakrar hevur Mikines málað og eru frá tíðini, tá ið hann var á hvíldarheiminum. Onnur kend listafólk hava málað aðrar. Onkuntíð hava sjúklingar savna saman pening til málning at geva Naina.
- Tað er gott við so nógvari list her. Øll fara ikki til listaframsýningar. Her eru málningar, sum gleða sjúklingarnar her og gera teimum væl, sigur Ása Olsen.
Tað, sum hon veit um, hava allir sjúklingar vrið væl nøgdir, og hon hoyrir mangan aftur frá fólki, sum minast aftur á nakrar góðar vikur á Naina.
Hvíldarheimið Naina verður fíggjað av landinum, Helsutrygd og kommunum, sum rinda størsta partin.