Eitt mennandi ár fyri ABC

Samstarvsfelagarnir í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu vóru savnaðir fyri fimtu ferð í gjá

Samstarvsfelagarnir í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu vóru savnaðir fyri fimtu ferð í gjár, hesaferð við Gjógv, tá Sunda kommuna bjóðaði samstarvinum vælkomnum í sína kommunu. Flestu samstarvsfelagarnir hava nú verið partur av verkætlanini í eitt ár, og hevur hetta fyri allar partar verið eitt læruríkt og mennandi ár.

 

Flestu samstarvsfelagar arbeiða við at kunna um boðskapin í verkætlanini fyri at gera fólk tilvitað um, hvussu ber til at fremja sálarligu heilsuna. Nakrir samstarvsfelagar eru komnir í gongd við ABC virksemi. Klaksvíkar kommuna er ein av hesum, og tí kundu tey deila sínar royndir á fundinum, og var hetta sera gevandi fyri hinar samstarvsfelagarnar. Eisini greiddi umboð fyri ALS frá teirra royndum við at brúka boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu innan teirra øki.

 

Eitt evnið á degnum var ein sokallað ABC vika, ið verður í viku 41, tá Fólkaheilsuráðið saman við hinum samstarvsfeløgunum í enn størri mun fer at varpa ljós á, hvussu vit kunnu styrkja sálarligu heilsuna hjá okkum sjálvum og øðrum.

 

ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, sum hevur sín uppruna í Avstralia. Ætlanin er sett í verk bæði í Avstralia og Danmark. Fólkaheilsuráðið hevur avgjørt, at vit eisini skulu arbeiða eftir hesi ætlan í Føroyum fyri at skapa betur karmar fyri, at vit í Føroyum kunnu fremja okkara sálarligu heilsu.