Eitt mentanarhús við meira

Fuglafjarðar Sjónleikarafelag fekk í vikuni handað Heiðursløn Landsins. Felagið hevur eina fimmti ára gamla søgu aftanfyri seg. Síðani 1994 hevur verið arbeitt við størstu verkætlanini hjá felagnum, Mentanarhúsið, sum væntandi verður endaliga liðugt komandi ár

 

Mentan


Tað var í 1952, at menn og kvinnur í Fuglafirði komu saman um at seta á stovn eitt sjónleikarafelag. Úrslitið gjørdist Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, sum nú í sløk fimmti ár hevur verið ímyndin av sjónleiki í bygdini, eins og felagið hevur virkað á annan hátt.

Eins og onnur líknandi feløg, so er tað sjálvandi eisini eitt sindur ymiskt, hvussu virkið felagið hevur verið tey árini, ið felagið hevur virkað. Seinastu árini hevur tað mest verið okkurt teiti, sum fuglfirðingar hava spælt fyri fólki. Men millum ár og dag, so eru nógvir sjónleikir spældir í Fuglafirði av sjónleikafelagnum.

Tá Fuglafjarðar Sjónleikarafelag í vikuni fekk handað Heiðursgávu Landsins, so helt Hilmar Joensen, formaður fyri Meginfelag áhugaleikara Føroya (MÁF), eina røðu. Hann segði so rámandi, at Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur megnað tað, sum onnur bert droyma um. Her verður einamest hugsað um, at felagið míðvíst hevur virkað fyri at fáa til vega høli til virksemi hjá sær. Hann segði eisini, at tað var ein sannroynd, at Klaksvíkin og Havnin mynda størsta partin av áhugaleiki í Føroyum, so hann gleddi seg at fara til frumframførslu í Fuglafirði.

Løgdu saman

Søgan um Fuglafjarðar Sjónleikarafelag byrjar sambært formanninum í felagnum, Eyðuni Hansen, í 1952, tá felagið varð stovnað. Sum áður nevnt, so hevur virksemi í felagnum verið eitt sindur ymiskt. Millum annað fyri at savna saman pening, so legði felagið eitt tíðarskeið størsta dentin á at skipa fyri dansi. Seinastu árini hevur felagið framført teiti.

Í 1988-89 varð Fuglafjarðar Sjónleikarafelag lagt saman við Bygdahúsfelagið í Fuglafirði. Hetta var gjørt av ymsum orsøkum, greiðir Eyðun Hansen frá. Hann sigur, at Fuglafjarðar Sjónleikarafelag um tað mundið átti heilt fitt av peningi.

Tað, at eitt sjónleikarafelag og eitt bygdahúsfelag leggja saman, ber eisini í sær, at endamálið fyri bæði feløgini verður eitt sindur broyttur enn upprunaliga ætlað. Tað er tó heldur ikki verri enn so, at felagið framvegis eitur Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, og felagið tykist framvegis at vera virkið.

Mentanarhús

Tað er einki at ivast í, at tað, sum tey flestu seta í samband við Fuglafjarðar Sjónleikarafelag í dag, er nýggja og stásiliga mentanarhúsið.

Nevndin, sum gav tilmæli um at lata Fuglafjarðar Sjónleikarafelagi Heiðursgávu Landsins, sparir ikki beinleiðis at nýta jalig lýsingarorð um mentanarhúsið hjá fuglfirðingum. Mentanarhúsið leggur, sambært nevndini, eitt gróðrarríkt støði og er ein virðiligur varði.

Tað er heldur ikki nógv at taka seg aftur í, at hetta góða mentanarhús veruliga er ella fer at vera ein varði fyri mentan.

Ætlanin við mentanarhúsinum er ikki nýggj. Formaðurin í felagnum veit ikki reiðiliga at siga okkum, nær hugskotið kom. Í røðu sínari á hátíðarhaldinum, segði Hilmar Joensen, at tað var í 1986, tá LISA-stevna var í Fuglafirði, at avgerðin varð tikin um at byggja eitt nýtt og stásiligt mentanarhús.

Eyðun Hansen sigur okkum, at sáttmálin varð undirskrivaður í 1994. Hetta var í ringastu kreppuárunum, og hetta er eisini nakað sum hevur merkt byggingina.

Tað eru nógvir og góðir møguleikar við húsinum. Sjálvur stóri salurin, sum er 420 m2, kann hýsa fleiri ymiskum tiltøkum. Eisini er ætlanin at leiga partar av húsinum út til. Ein ætlanin er, at ein matstova skal vera í mentanarhúsinum. Eisini skulu partar av húsinum leigast út til at felag at umsita, soleiðis at tónleikabólkar kunnu fáa møguleikan at venja har.

Tað er Niels Midjord, sum hevur teknað húsið. Frits Johannesen hevur prýtt veggin á húsinum.

Eyðun Hansen leggur dent á, at ætlanin er at hava so fjølbroytt virksemi sum gjørligt í húsinum. Hann sigur, at teir longu nú hava merkt ein øgiliga stóran eftirspurning.

Skylda einki

Tá húsini væntandi standa liðug komandi ár, so hava tey kostað einar 10 mió. kr. Higartil eru einar 7 mió. kr. farnar í verkætlanina. Eyðun Hansen vil undirstrika, at hetta merkir, at teir skylda ikki 7 mió. Hann sigur, at teir skylda ikki eitt einasta oyra fyri byggingina higartil.

Landið, kommunan og Fuglafjarða Sjónleikarafelag hava saman fíggjað nýggja mentanarhúsið.

Hvussu er og ikki, so hevur Fuglafjarðar Sjónleikarafelag ein fyrimun framum hini feløgini, og tað er nýggja mentanarhúsið.