Anna Frank - Dagbókin er ein innilig lýsing og eitt tungt farvæl. Eitt ómissandi skjal um eitt tíðarskeið, vit aldrin mugu gloyma.
Anna skrivar í fyrstuni um seg sjálva sum eina væl umtókta gentu, um góðar vinkonur og troyttandi dreingir. Hon fortelur um flokkin, hon gongur í, dreingirnar og genturnar, vinkonurnar og systrina, Margot. Um tryggu tilveruna, hóast allar tær strongu lógirnar, ið vórðu settar í gildi fyri jødar - líka til Margot 8. juli 1942 fær boð um at møta hjá SS. Yvir háls og herðar rýma tey og fjala seg í Bakhúsinum, har pápin arbeiðir.
Anna Frank er 13 ár, tá ið vit hitta hana, og hon er 15, tá ið hon sigur farvæl. Hetta tíðarskeiðið fylgja vit einari gentu, ið búnast og gerst sjálvstøðugt. Hon sigur frá sínum loyniligastu hugsanum, og vit lesa um, hvussu illa hon situr um sátt við mammuna, um gerandisdagin í Bakhúsinum, um hennara dreymar og kynsligu menning. Seinasta hálva árið eru hon og Petur væl, og bæði fáa tey roynt kærleikan.
Anna var gentan hjá pápa sínum. Tað varnast tú skjótt, meðan tú lesur. Hon heldur, at mamman ger mismun og heldur meira um stórusystrina, Margot. Ongin hugsaði um Annu, hennara longsul, hennara sakn. Bara dagbókin skilti hana, og hjá Peturi fann hon hita og troyst.
Um várið 1944 droymdi Anna Frank um, at hon skuldi geva út eina bók, tá ið kríggið var av. Hon ætlaði, at dagbókin, sum hon skrivaði frá 12. juni 1942 til 1. august 1944, skuldi vera støðið undir bókini. Men 4. august 1944 kom ein SS-heryvirmaður og tríggir hálendskir hjálparmenn frá ?Grüne Polizei? og handtóku hana og hinar jødarnar, sum fjaldu seg saman í Bakhúsinum í Amsterdam. Onkur hevði svikið tey. Sama dag bjargaðu hjálparfólk teirra øllum, ið Anna hevði skrivað.
Anna Frank doyði í týningarleguni Bergen-Belsen í februar/mars 1945. Eitt tað seinasta, hon skrivaði í dagbókina, var: ?Eg vil liva, eftir at eg eri deyð.? Hetta ynski hennara varð uppfylt.
Sum áður nevnt skrivaði hon dagbók frá 12. juni 1942 til 1. august 1944. Fyrstu tíðina skrivaði hon bara til sín sjálvs, men um várið 1944 gjørdi hon av, at hon skuldi geva eina bók út eftir kríggið. Tí fór hon undir at skriva dagbókina av og laga hana til. Samstundis skrivaði hon eisini í upprunaligu dagbókina. Tá ið pápi Onnu, Otto Frank, eftir kríggið fekk alt tilfarið, valdi hann at ganga ynskinum hjá dóttrini á møti og lata dagbókina koma út sum bók. Hann nýtti báðar dagbøkurnar, ta upprunaligu og tað tillagaðu, í hesi fyrstu útgávuni. Nógv varð lagt burturúr, m.a. tí Anna skrivaði frítt um tað kynsliga - og so vildi hann ikki, at nakar skuldi hugsa ilt um konuna og hini, ið krógvaðu seg saman við teimum.
Í 1982 kom út nýggj útgáva, ið Mirjam Pressler ritstjórnaði. Bókin var nú er fjóðring størri enn tann fyrsta, og henda útgávan gevur eina sanna mynd av einari vitugari, kenslusamari ungari gentu, ið er fyri teirri ræðuligu vanlagnu, at verða innistongd og krógvað burtur, 13 ára gomul. Seinast í 1990 árunum komu fimm higartil ókendar blaðsíður undan kavi. Nøkur brot úr teimum eru lagdar afturat í hesari útgávuni.
Anna Frank - dagbókin er 318 bls., heft við klaffum. Frida Sofía Johannessen týddi úr hálendskum. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Pf. Einars Prent. Hon kostar kr. 150 í bóka-búðunum.