Alfred Olsen sat sum tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 1998-2015.
Hann stillaði upp seinasta val, men var ov stuttur.
Í tí stóra heila hevur Alfred Olsen verið glaður fyri sítt politiska yrki, men tað eru mál, ið hann vildi havt møguleikan at gera liðug áðrenn hann fór.
Tíðin eftir valið hevur tó verið alt annað enn friðarlig fyri Alfred Olsen. Hann hevur nokk at takast við og fæst nógv við kór, eldrafelag o.a.
Eisini hevur hann átikið sær, at seta fyri niðursetuhúsini í Saltnesi í stand og tað tekur nógva tíð.
Les longri samrøðu við Alfred Olsen í Vikuskiftis Sosialinum.