Eitt rættvíst samfelag: -Um javnað sum hugsjón í politiskari heimspeki

»Javnaður er ein vælumtøkt, men gátukent politisk fyrimynd«
<DPTAB><DPTAB>Ronald Dworkin

Ávís virði, so sum rættvísi og javnaður, eru lyklaorð innan nútímans politik. Hesi eru oftani slødd í stevnisskráum hjá ymiskum flokkum og eru, sum so nógv onnur orð í Føroyum í dag, endaði sum innantóm orðafelli og fastar vendingar, ið ljóða væl fram undir val. Ikki er oftani, at politisk kjak ber nakran vegin í Føroyum, tí mangan vilja hvørki blaðfólk ella politikarar sleppa tí heilt konkreta politiska málinum, og nærum engin tosar um politiska vísindi og heimspeki, ið kann geva okkum eitt neyðugt mál og felags hugtøk, haðani vit kunnu læra at tosa um politisk virði framyvir.
Oftani eru bøkur og greinar um politik bert um avleiðingarnar av einum førdum politikki, hesir spurningar eru bert um sannroyndir (emperi), meðan spurningar um politisk og etisk virði ikki eru empiriskir í sjálvun sær, men ætlaðir tankar og fyrimyndir (normar). Handan politik finst heimspekin og vísindin. Vit kunnu læra nógv av bókum um politik, politiska søgu og viðurskifti, men spurningar um almenn felags poltisk virði eru meiri grundleggjandi og undirstøðuligir enn reinar sannroyndir. Skulu vit broyta politiskt fyritakssemi, framtakssemi, virkisanda og framfýsni eru vit noydd at tosa á einum máli, ið lýsir tey virði vit vilja fremja og virða. Men hetta felags mál hevur tað ikki gott, tí tey flestu kenna tað ikki, annað enn sum hugmyndafrøðiheiti, so sum liberalisma, konservatisma, sosialisma, tey flestu vita ikki, at hesar leiðir kunnu stigbendast, hava eina langa søgu, og at øll byggja á ávís virði og ymiska fatan av leiklutinum hjá menniskjanum í samfelaginum í dag. At kjakast um politik er ikki bert at taka eitt konkret mál í senn, men at duga at seta tað saman við øðrum málum og tí inn í ein størri samanhang.
At vita nakað um politik er eisini at kenna politisku søguna, hugmyndafrøðirnar. Ein framsíggin politikari við visjónum ella samfelagsligum opinberingum má seta seg inn í, hvat hendir í heiminum í dag og kenna tær samfelagsligu broytingar og landvinningar innan politiska nýhugsan, ið eru komnar fram í dag. Men hetta duga politikarar ikki í Føroyum, tað er sum um tað mangan bert eru teir hálvvánaligu knokkarnir, ið hava klárað seg toliliga, sum kanska eru mátalig og hampilig fólk annars, sum umboða fólkið.
Tey sum vilja fram í samfelagnum og hava evni, halda seg langt vekk. Heimurin broytist, politisk hugmyndafrøði og tey virði, vit trúgva uppá, eru eisini undir broyting, tá vit í dag tosa um politik í Føroyum kemur verulig hugmyndafrøði ikki framat, tí vit mangan bert verja tey virði og ta vísindi, ið boðar politiska nalvaskoðan og heimføðisskap, og ævigu tølandi hugmyndina um samband og loysing, sum tað einasta áhugaverda sjónarmiðið í føroyskum politiskum kjaki.
Á henda hátt fasthalda bæði nationalistar og konservativir sambandsmenn alt kjak í tveimum skotgrøvum. Ikki er ofta, at hesir bólkar vilja »flúgva« upp á eitt metastøði, ið bjóðar kjak um meginreglur innan etisk og hugmyndafrøðislig virði í dag. Veruligar broytingar krevja kjak, bardagar og eitt samfelag, sum vil hava kjak og vil hava broytingar, eitt samfelag sum vil vera við í heiminum í dag, samstundis sum vit hugsa um øll, og at órættur og veruligur væntandi javnaður bert leiðir til ófrið, sum í seinasta enda kann oyðileggja lívið hjá øllum. Neyðugt er at verja øll átak, sum fremja sosialt flytiføri (mobilitet), soleiðis at øll hava eins møguleikar at fáa part í t.d. vitan, størvum og útbúgvingum.

Javnaður sum hugtak
Hugtakið um javnað og um líkheit er avgerandi innan politiska heimspeki. Tey, ið trúgva uppá rættarsamfelagið trúgva uppá líkheit innan lógina. Demokratar trúgva t.d., at øll eiga at kunna luttaka í politiskum lívi. Liberalistar, at øll eiga at hava atgongd til marknaðin. Sosialistar, at samfelagið skal skipast soleiðis, at øll fáa part í tí samlaða ágóðanum, lívsgóðskuni og vælferðini í samfelaginum. Men meiri alment kunnu vit tosa um at egalitaristar, t.v.s. ein persónur, ið heldur, at øll skulu hava eins nógvar ágóðar í samfelaginum.
Hvussu vit so definera ágóðar og tiltøk sum tryggja henda javnað, gerst mangan ein aðalspurningur. Munur er eisini á, um ein heldur, at øll skulu hava rætt at forvinna og eiga tað sama, ella um øll skulu hava sama møguleika at fáa part í øllum hentleikum. Mangan hoyra vit, at fólk finnast at egalitaristum, og siga, at vit eru ikki fødd eins, at vit longu frá barnsbeini eru ymisk, tí munur er t.d. á hvussu klók og vøkur vit eru, hvussu ríkar og umsorgarfullum familjum vit eru av. Nøkur eru fødd við brekum og sjúkum o.s.fv. Men hesar atfinningar eru skeivar, tí hugmyndin er ikki, at vit øll eru eins, men at vit skulu gerast eins.
Tað er ikki eins lætt at fasthalda, at menniskju ikki skulu javnmetast, bert við at siga, at tey í lívinum og í samfelaginum ikki eru javnsett.

Rættvísi og javni
At verja eina ástøði um rættvísi hevur í sær, at vit siga, at henda eina ástøðið er betri enn aðrar. Men eru etisk og politisk sjónarmið, betur enn onnur, eru hesi ikki øll bert einstaklingsbundin, subjektiv og tí partísk? Kunnu vit gera slíkar meiningar til nakað, vit kunnu hugsa rationelt um og kjakast um at grundgeva fyri? Fara vit til greska oldtíðarheimin, so vóru etikkur og politikkur partur av vísindini. Platon (ca. 428-348 f.Kr.) og seinni næmingur hansara Aristoteles (384-322 f.Kr.) meintu, at vit við rationellum tonkum kundu koma fram til etiskar sannleikar. Soleiðis, at einki forðar okkum at halda, at ein ástøði um rættvísi er betur enn onkur onnur, og hin vegin eiga vit at krevja av einari ástøði, at hon er ein sonn ástøði um hvussu tað rættvísa samfelagið sær út. Seinni komu ensku empiristarnir, serliga David Hume (1711-1776), at seta stórar spurningar við hetta.
Hume heldur, at moralskar og etiskar orðingar, meiri er málberingar hjá tí einstaka menniskjanum, ið sigur okkum um subjektivar kenslur, sum hann sigur í »Encquiries Concerning Human Understanding and Concerning the Principles of Morals«, at: »Sum grundgeving er hetta ikki keldan, um so hesin fær mótstøðufólk í knæ; so er tað tó fáfongd at halda, at nakar logikkur finst, sum ikki tosar til kenslurnar, ið nakrantíð kemur at fáa hann at fevna um sannari grundreglur«. Moralskir dómar hava tí onki fatanarfrøðisligt virði, og eru tí at javnmeta við smaksdómar. Tað er t.d. torført at kjakast um kaffi smakkar væl ella betur enn mjólk. Politikur hevur í hesum »skúla« einki sannleikavirði, her er bert handfaring av hvørjum øðrum, listarbrøgd og goymdar snildir (manipulatión). Slíkt opnar fyri modernaðu fatanini av at allur moralur bert er fyri hin einstaka, tí vit ikki kunnu grundgeva fyri hann, at hann tí bert er subjektivur, líkasum tá vit tosa um smak innan tapet, klæðir ella bilar. Men um ein persónur ikki trýr uppá demokrati, ella at jødar hava rætt at liva, so eru vit sambart hesa áskoðan noydd at góðtaka hesar »kenslur«, sum eins góðar ella sannar sum kensluna fyri mannarættindi. Tí er henda subjektivisma ein farlig relativisma, ið beinleiðis hóttir alt veruligt tolsemi, tí tolsemi, um hetta ikki er púra misskilt, umfatar ikki t.d. hóptýning, neyðtøku, morð og kríggj, sum eins stór framstig fyri mannaættina, sum kjak, demokrati og mannarættindi.

John Rawls
Í 20 øld. hava moralheimspekingar roynt at seta tankarnar hjá Hume saman við etiskum og politiskum spurningum, og roynt at kjakast um spurningin um vit yvir jøvur kunnu kjakast rationelt um politiskar spurningar. Einki modernað kjak um politiska heimspeki uttan amerikanska heimspekingin John Rawls, sum í 1971 útgav stóra verkið: »A Theory of Justice«, har hann roynir at finna fram til, hvat javnaður ella líkheit er, og ikki minst um hetta kann grundgevast fyri. Rawls roynir at seta fram grundir fyri einari verju av eini hugsjón, ið minnir um egalitarismu. Rawls er bæði ávirkaður av einari liberalari traditión, ið hevur røtur aftur til týska heimspekingin Immanuel Kant og enska John Locke.
Men hin vegin hevur Rawls eitt ideal, ið minnir um vælferðastatin, tí hann heldur, at ágóðar skulu býtast, soleiðis at tey sum eru ringast fyri, fáa eina so góða stóðu í samfelaginum sum gjørligt. Rawls roynir at grundgeva fyri eini ástøði um rættvísi, við at nýta eitt rættvísishugtak, sum skal vera vælgrundað, um tað er partur av eini breiðari umhugsaðari javnvág. Henda javnvág skal passa saman við moralskum intuitiónum og undirliggjandi ástøði. Við moralskum innlivingarevnum (intuitiónum) meinar hann, moralskir dómar, sum vit trúgva uppá. Og við undirliggjandi ástøði, heimspekisligar og vísundalig ástøði.

Ástøði um rættvísi
-Eitt neyðugt slør av væntandi vitan.
Fremst í politisku hugmyndini hjá Rawls er tankin og idealið um hin óvildiga persónin, tí hansara ástøði tekur støði í einum sáttmálatanka, har grundtankin er, at áðrenn eitt samfelag er rættvíst, eigur tað at byggja á tær grundreglur, sum frælsir, javnt settir og rationellir persónar, kunnu gerast samdir um.
Hetta er ein tanki um eina ideala støðu, har vit møta hvørjum øðrum í semju, og ikki vita nakað um onnur, men eru opin. Hetta er tað Rawls rópar hin upprunaliga støðan, tí har høvdu vit kunna funnið eina semju um, hvussu samfelagið skal skipa rættvísi og javnað, tí tey høvdu ikki kunna hugsað um egin áhugamál. Lættari er at fata hetta, um vit hugsa um børn, ið spæla saman sum koma av ymiskum sosialum, trúðarligum og rasuskildum bakstøði, men tí at børnini ikki vita tað, hevur tað ongan týdning. Upprunaliga støðan, ella hetta slør av væntandi vitan, er ein støða, har øll vita um vanliga økonomisk, sosial, politisk og sálarlig viðurskifti, men onga serliga vitan um onnur, tí tey kenna ikki ta sosialu støðuna, gávur, evni, styrkir og veikleikar og hvat hesi hugsa um tað góða, t.d. hvørjar ætlanir hesi hava framyvir.
Handan slørið av væntandi vitan tryggja vit upprunaligu støðuna, tí henda gerst eitt model fyri, at hin einstaki er gegnigur. Rationaliteturin er hann, at allir partar eru áhugaðir í at økja um allar sosialar ágóðar, ið eru til høldar, og tá teir ikki eru leiddir fram av øvund, ella altruismu, vilja teir hugsa, at um nógv er til fyri øll, er eisini eins nógv til ein sjálvan. Kravið hjá Rawls, ið hann útleiðir frá ástøðini um upprunaligu støðuna, er at sosial og fíggjarligur ójavnaður skal skipast soleiðis, at:

1.     tey sum hava tað ringast koma at hava tað so gott sum gjørligt (differentieringshugtakið)
2.     at sosialar positiónir eru opnar fyri øllum.
Fyrsta kravið kemur fram um tað næsta, tí betri fíggjarlig støða fyri fjøldina, kann ikki rættvísgera, reinsa, orsaka ella umbera fyri at tey, ið eru verri fyri hava tað verri, enn tað er fyri neyðini. Soleiðis er tað ikki rationelt, at gjalda við t.d. politiskum frælsi, við fíggjarligum mótvirði.

Onkrar keldur:
David Hume: »Encquiries Concerning Human Understanding and Concerning the Principles of Morals«. Oxford. 1996
Heine Anderssen & Lars Bo Kaspersen: »Klassisk og moderne samfundsteori.« Keypmannahavn, 2001
Niels Holtung, Klemens kappel & Kasper Lippert-Rasmussen: Det retfærdige samfund - Om lighed som ideal i etik og politik. (handrit frá heimspekideildini í Keypmannahavn, 1 royndarútgáva).
John Rawls: A theory of Justice. 1971
Thomas Nagel: »Equality«. Í: Mortal Questions. 1979
Robert Nozick: Anarchy, State and Utopia.