Nú er eitt skip afturat hjá Sea Shepherd á veg til Føroya í eini roynd at fáa okkum at halda uppat at drepa grind. Tað verður í Føroyum fríggjadagin
Fyri eini viku síðani kom tríkiljan, Brigitte Bardot, til Føroya, men nú eru tað størra skipið, Sam Simon, eisini á veg til Føroya.
Hann hevur eisini smærri bátar umborð, og hann verður væntandi í Føroyum fríggjadagin, tí ætlanin at leggja at landi í Hetlandi á vegnum.
Sam Simon hevur ligið í Bremen í Týsklandi í einar tveir mánaðir og rigga til at koma til Føroya.
Fyrsta dagin loysir eitt triðja skip hjá Sea Shepherd eisini frá bryggju í Bremen, og setir kós ímóti Føroyum, tað er Bob Barker, sum eisini liggur í Bremen og riggar til.
Sea Shepherd ætlar at vera í Føroyum heilt til í oktober, og felagsskapurin hevur ongantið havt trý skip her um okkara leiðir áður. Kortini er eisini nakað av fólki á landi.
Manningin á Sam Simon eru 24 fólk úr 11 londum.