Eitt serstakt syngið við-tiltak í Húsavík

Leygardagin hin 21. mars verður Húsavík karmur um eitt forvitnisligt tiltak, har høvi verður at vitja í fleiri av gomlu húsunum í bygdini

- Komið til Húsavíkar og roynið eitt øðrvísi tónleikatiltak. Vit føroyingar eru tiltiknir fyri at duga væl at syngja - og ikki minst at syngja við. 

 

Við íblástri frá spennandi tiltøkunum í Gøtu, eitt nú Hoyma, fara tey í Húsavík at taka tað besta frá tveimum pørtum.

 

- Komið inn í gomlu húsini í Húsavík, eitt nú við Ánna, Skumpitoft, Fløtt og í Toft, tí her bíðar tónleikarin, sum fer at leiða felagssangin.

 

Víst verður á, at sangurin verður skipaður við ávísum tema'um, eitt nú við føroyskum fosturlandssangum, norðurlendskum sangjum og írskum sangjum, soleiðis at í tí einstaka húsinum er tað eitt ávíst slag av sangi sum verður sungið.

 

- Dugir tú ikki allar sangirnar, bilar tað einki, tí sanghefti eru í øllum húsunum. So, tað er bara at syngja.

 

Eisini verður farið uppá gólv í gomlu húsunum á Jógvansbreyt, sum fyrr var staðið, har dansað var, tá eitt nú brúdleyp vóru í bygdini.

 

- Alt tiltakið endar við felagssangi aftur við einum góðum súpanartallerki.

 

Lagt verður aftrat, at byrjað verður í kirkuni leygardagin hin 21. mars klokkan 17 og síðani verða húsini opin.

 

- 15 minuttir verða millum, at hvørt tiltakið byrjar, og tiltøkini vara umleið 35-40 minuttir. So, um tú leggur væl til rættis, ber til at sleppa inn í eini 3-4 hús.

 

Stigtakararnir siga, at skráin fyri hetta serstaka tiltak í Húsavík verður kunngjørd nakrar dagar frammanundan tiltakinum.