HM: Taptu 0-2 fyri Grikkalandi í Heraklion

Longu í fyrsta minutti fingu Føroyar eitt brotsspark dømt ímóti sær

Mynd: FSF

Føroyska kvinnulandsliðið tapti 0-2 fyri Grikkalandi í Heraklion í tí fyrsta HM-undankappingardystinum í hesari undankappingini.

 

Longu í fyrsta minutti fekk føroyska liðið ein vátan vøtt í andlitið. Brotsspark var dømt móti Duritu Hummeland. Grikski áleyparin, Veatriki Sarri var sett at skjóta, og hon setti bóltin í netið til 1-0.

 

Sama Veatriki Sarri legði upp til seinna málið í 78. minutti, tá Sofia Kongouli tók av og dundraði bóltin í netið frá stuttari frástøðu.

 

Bert ein minutt undan 2-0 málinum hevði Sólja Ernstdóttir størsta føroyska málmøguleikan, men tíverri fór bólturin framvið málinum. So marginalarnir vóru ikki blíðir við føroysku kvinnurnar.

 

14. apríl hittast Føroyar og Grikkaland aftur á Tórsvølli. Eftir tað spæla Føroyar tveir dystir móti Georgia. Týsdagin vann Grikkaland á heimavølli 3-0 (1-0) á Georgia.

 

##med2##

 

Kelda: FSF

 

 

 

Mynd: FSF