Eitt skot fyri bógvin

– Føroyskir myndugleikar hava eina stóra uppgávu fyri framman, um føroyski landgrunnurin framhaldandi skal vera áhugaverdur, sigur Jan Müller eftir turran brunn

Úrslitið av royndarboringini av Súla/Stelkur var eitt vónbrot, eisini fyri stjóran í FOÍB, sum er áhugafelagið hjá oljufeløgunum í føroyskum øki.

 

– Eg hevði stórar vónir til júst hesa royndarboringina, sum liggur tætt upp at markinum, har olja í stórum mongdum er funnin hinumegin, sigur Jan Müller, sum tó roynir at varðveita optimismuna:

 

– Hetta er níggjunda royndarboringin í føroyskum øki, meðan aðrastaðni hava tey gjørt tíggjutals royndir, áðrenn nakað kolvetni varð funnið.

 

Stjórin í FOÍB ásannar, at boringin hesaferð er eitt vegamót í føroyskari oljuleiting. Tí Súla/Stelkur er seinasta økið á føroyska landgrunninum, har altjóða oljufeløg hava bundið seg til at gera tær sera kostnaðarmiklu royndarboringarnar.

 

– Jú, sæð í tí ljósinum er henda royndarboringin seinasta skotið í byrsuni. Men so er bara spurningurin, nær man løðir aftur, sigur Jan Müller og vísir í hesum viðfangi á, at myndugleikarnir hava eina stóra uppgávu fyri framman.

 

– Føroyskir myndugleikar mugu gera alt fyri at eggja oljufeløgunum til at gera íløgur í føroyska landgrunnin. Neyðugt er at gera eitt stórt, uppsøkjandi arbeiði, sigur Jan Müller og heldur fram:

 

– Men áðrenn tú gert uppsøkjandi arbeiðið mást tú eisini hava nakað at fara út og selja. Og her haldi eg at myndugleikarnir higartil hava tikið uppgávuna í alt ov lítlum álvara. Jarðfeingi hevur síðstu árini havt alt ov lítla orku til at gera sítt arbeiði, meðan inntøkurnar frá oljuleiting í staðin eru farnir í “stóra pott” og brúktir til onnur endamál í samfelagnum.

 

– Politikararnir áttu at markað inntøkurnar frá oljufeløgunum til at styrkja Jarðfeingi, soleiðis at okkara oljufyrisiting gerst so væl brynjað sum yvirhøvur tilber at selja føroyska landgrunnin. Tað nyttar einki at lata alla ábyrgd og alt initiativ upp í hendurnar á oljufeløgnum. Vónandi sæst tað aftur á komandi fíggjarlóg, sigur Jan Müller.

 

Les eisini:

Rúni M. Hansen: Turrur brunnur útsetir ætlanir

Johan Dahl harmast um turran brunn

Funnu heldur onga olju hesaferð

 

Hoyr samrøðu við Jan Müller við at trýsta á pílin undir myndini.