Eitt stórt framstig hjá teimum sum ferðast við Teistanum

 Um tvær vikur fer tað eisini at bera til hjá ferðafólki við bili, at keypa ferðaseðil á internetinum til túrar úr Skopun til Gomlu Rætt. Tað sigur Strandferðslan á heimasíðu síni í dag. Síðani oktober í 2017 hevur tað borið ti at bílagt sær pláss til bil við Teistanum av Gomlurætt til Skopunar men frá fjórða mars fer tað eisini at bera til bíleggja sær pláss á túrunum úr Skopun til Gomlu Rætt. 

 

Tað var ført fram, at ein grund til, at tað ikki hevur borið til áður, er, at borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, kravdi, at talgilda ferðafólkaskipanin skal bara verða fyri ein part av Teistanum. Hann førdi fram, at tað eru framvegis nógv fólk, helst eldri fólk, sum ikki hava internet, og hann helt, at tey skulu framvegis kunna bara fara oman á keiina og sleppa við Teistanum.

 

Og tá ið fólk frá Landsverki skuldi fara á havnarlagið í Skopun at merkja básar upp til tey, sum høvdu bílagt ferðaseðil á internetinum, noktaði borgarstjórin í Skopun fyri hesum.

 

Men nú verður skipanin sett í verk. Fyri at kunna keypa ferðaseðilin á internetinum, er neyðugt at rinda depositum, sum er helvtin av prísinum fyri ferðaseðilin. Møtir viðkomandi, sum hevur bílagt ferðaseðil, ikki upp, er peningurin mistur, men møtir viðkomandi upp, verður peningurin afturgoldin.

Strandferðslan sigur, at tað verður tó framvegis soleiðis, at er pláss á biladekkinum, ber sjálvandi enn sum áður til at koyra bilin umborð á Teistan, uttan frammanundan at hava bílagt sær pláss.