Fótbóltslegendur hittust í dag á Café Tvørá

Í dag lat Todi Jónsson upp ca´fé Tvørá á Tvøroyri, og fóptbóltslegendan fekk í kvøld vitjan av fótbóltlegendum úr TB.

Kendi fótbóltsleikarin Todi Jónsson lat í dag upp café á Tvøroyri-

 

Todi og Poulina hava latið upp Café Tvørá, og í dag var fyrsti dagur, og nógv fólk hava verið á gátt, sigur Todi Jónsson.

 

Hugnaligt er inni, og m.a. hongur mynd á vegginum av abba Toda, ið var av Tvøroyri, og leikti við TB.

 

Ein kann í skemti siga, at í kvøld hittust høvdingar á Cáfé Tvørá. Todi fekk nevniliga vitjan av tveimum fótbóltslegendum av Tvøroyri. Kendir og fyrrverandi TB leikarar vitjaðu innar á Café Tvørá at heilsa uppá Toda Jónsson.

 

Á myndini síggjast Henrik Thomsen, Todi Jónsson og Petur Hammar.