Ein stórur partur av føroysku kommunuskuldini er savnaður í trimum av teimum størstu kommununum.
Við árslok 2025 hevði Klaksvíkar kommuna 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Tórshavnar kommuna hevði 331,4 milliónir og Runavíkar kommuna 278,8 milliónir krónur.
Tilsamans er talan um 968,9 milliónir krónur.
Samlaða nettoskuldin hjá øllum kommununum var 1,465 milliardir krónur. Klaksvík, Tórshavn og Runavík standa sostatt fyri góðum 66 prosentum av kommunuskuldini.
Til samanberingar búgva knapt 61 prosent av fólkatalinum í teimum trimum kommununum. Skuldarparturin er sostatt nakað størri enn parturin av fólkatalinum.
Klaksvíkar kommuna hevur størstu nettoskuldina í krónum. Hon er komin upp á 87 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum verður nýtt til at rokna skuldarloftið.
Runavíkar kommuna er tó nærri skuldarloftinum. Har svarar nettoskuldin til 93 prosent av inntøkugrundarlagnum.
Tórshavnar kommuna hevur eitt munandi størri skatta- og inntøkugrundarlag. Hóast skuldin er 331,4 milliónir krónur, svarar hon bert til 20 prosent av skuldarloftinum.
Eingin føroysk kommuna var omanfyri skuldarloftið við árslok 2025. Samlaða fíggjarliga rásarúmið undir skuldarloftinum var sambært Fíggjarmálaráðnum um 2,4 milliardir krónur.











