tórbjørn jacobsen
??
Nú nærkast, og man fær ikki gingið fyri politiskum áhuga. Frisørsalongirnar eru sum kókandi pottar framundir valini. Bráðpannir av alskins signalum. Og tað varð onki undantak í morgun. Úti á Høgabóli. Vit báðir barberurin tosaðu um gamlar dagar. Intensu valfundirnar í Glyvra Bio. Einaferð var hann komin at sita væl fyri, ímillum Jóhan Lamhauge, sála, gamla deknin á Nesi, og Leon Joensen í Gøtu. Og táið bróðursonurin Jákup var komin væl áleiðis, við sínari røðu, legði Jóhan seg inn yvir Jógvan og mutlaði upp í andlitið á Leon: Eitt sterkt evangelium. Hann visti hvar Leon fleyt politiskt, og hann fjaldi ongantíð, at hann ikki helt Fólka-flokkin eiga nakað politiskt evangelium.
Lisbeth L. Petersen er einasta kvinnan, sum er vald á Fólkating av føroyskum veljarum. Og nú hevur hon tikið avgerðina um at gevast. Tað er hennara val. Vit bæði hava verið í mongum víggi, serliga tey fyrstu árini, táið hon gjørdi viðmerkingar til hvørja einastu røðu, sum eg flutti fram á Løgtingi. Hevði eina kenslu av, at hon ræddist attityduna og fasongin. Ov nógv gartan mundi hon halda. Og spennið millum hugsjónirnar brast hvørja ferð. Ikki so løgið kanska, hon hevði sitið við Gamaliels føtur, hjá redaktørinum á Dimmu í ártíggir, og sogið í seg sannføringina um, at ríkisfelagsskapurin var treytin fyri lívi í oyggjun-um, ímeðan politiska jørð-ildið hjá mær bar brá av stykni til alt sum hevði við samband og ríkiseind at gera.
Á heysti 2001 gjørdust vit bæði fólkatingsumboð. Hon valdi sambært sínari sannføring, sínum politiska evangelium, at gerast ein partur av tingbólkinum hjá Vinstra, ímeðan vit báðir Høgni valdu nýbrotið við Norðuratlantsbólkinum, eisini av sannføring, og tí vit hildu, at okkara tjóðskaparpolitiska evangelium best kundi røkjast á henda hátt.
Norðuratlantsbólkurin hevur verið óvanliga aktivur. Tað svitast ikki. Kreddan er greið. Vit stríðast fyri tjóðarrættindunum hjá teimum báðum donsku hjálondunum, sum nú eru eftir. Og tað hevur sæst aftur í fólkatingssalinum. Og aðrastaðir við. Onki hevur verið dult fyri monnum. Lisbeth valdi ein annan leist, sambært síni sannfør-ing, og tað eiga vit at virða, hóast vit ikki taka undir við henni og hennara integra-tión í stjórnarflokkinum Vinstra. Og at rógva fram-undir, at hon harfyri ikki hevur verið líka virkin sum vit á Danatingi, tað er tað reina humbukk. Vit ána ikki hvønn leiklut hon hevur havt í sferuni kring forsætisráðharran og hansara menn. Politikkur mátast ikki við tummastokki. Er ein kókandi vera og úrslitini koma táið tú minst varar tað.
Vit skeittu við hvøssum eygum eftir hvør øðrum í byrjanini, men sum fráleið gekst betur, og ræðslan fyri treytaleysa republikanaranum, og mítt styknið til alt sum hevði við samband at gera, brýndist við tíðini. Tað hevur altíð verið gott vinalag ímillum føroyskar fólkatingsmenn, líkamikið hvønn flokk teir umboð-aðu, og eftir nakrar fundir, har vit bæði tóku lut, í Odense, í Føroyahúsinum, á militera akademinum í Keypmannahavn o.s.fr., fullu verjugarðarnir, og eg hoyrdi, at hon á einum landsfundi hjá Sambandsflokkinum skuldi hava lýtt onkrum í oyra, at hasin rabiati loysingarmaðurin av Glyvrum helst ikki var so galin allíkavæl.
Skrivi hetta fyri at beina allar misskiljingar av vegnum. Og fyri at takka Lis-beth L. Petersen fyri gott samstarv ta tíðina vit sótu saman á Fólkatingi. Ein óalmindiliga fitt kona, við einum stórum hjarta, serliga fyri teimum veikaru í samfelagnum. Vit stríddust og fara at stríðast sambært hvør sínari sannføring, hvør sínum evangelium. Bæði líka sterk í hvørt sínari trúgv, men hvør ið arbeiddi meira enn hin, tað eri eg ikki maður fyri at taka dagar ímillum. Tað er ongin.
So gott var samstarvið, at hevði eg ikki varskógvað hana tann eina dagin, táið uppskotið um barber-aða og prístalsfrysta blokkin var fyri á fólkatingi, so hevði semjan millum lands-stýrið og stjórnina onki mótspæl fingið. Ólag var komið í dagsskránna og tíðirnar hildu ikki, og eg ringdi til hennara, og bað hana koma undan vaðingini á triðju hædd í stundini, skuldi hon verja sambands-áhugamálini og vera einasti opponentur til avtaluna millum Fogh og fullveldis-landsstyrið. Demokratiið sigraði. Tann dagin skvis-aði hon integratiónina við Vinstra og virkaði treytaleyst sambært sínum sterka evangelium, sum tíanverri liggur so djúpt, ja, alt ov djúpt, í alt ov mongum føroyingum.