TØGNIN valdar. Tað er sum í grøvini. Hetta er skoðsmálið tú kanst geva samráðingunum ella manglandi samráðingunum millum Føroyar og Bretland um undirgrundsmarkið í løtuni. Øll vóru fegin í summar, tá bretar aftur komu til samráðingarborðið og brádliga vildu tosa um eitt miðlinju og partarnir samdust um, at ein ella onnur avkláring skuldi fyriliggja í hesum ?Brockmanskenda? máli innan eitt hálv ár. Hetta skuldi tó bert gerast ein stokkutur hiti. Tí tá partarnir møttust á fundi í London í heyst var ísakalt teirra millum. Av tí at samráðingarnar eru í trúnaði er lítið ítøkiligt vit kunnu tríva í, treyðugt so, ísakalda klimaiið, sum er íkomið, kann eisini siga okkum nógv og fáa tann, sum hevur fylgt málinum øll hesi ár, at gera sær sínar egnu metingar. Eftir øllum at døma er tað komið til einkis millum partarnar á tí seinasta fundinum. At fundurin endar við, at formenninir skulu tosa saman aftur fyri møguliga at avtala nýggjan fund - um nakað er at tosa um - sigur so mikið sum, at eingin av pørtunum hevur flutt seg nakað á fundinum. Nú vóru tað føroyingar, sum átti útspælið og vit kunnu ímynda okkum, at teir als ikki eru komnir við nøkrum serligum útspæli, og at hetta so hevur skakað bretar, sum høvdu væntað, at føroyingar fóru at flyta seg eitt sindur, nú teir sjálvir hildu seg hava slakað á seinasta fundinum.
SJÁLVANDI kunnu vit siga við bretar, at hetta er ikki okkara problem. Tað at teir eru komnir við einum fullkomiliga óhaldbarum og órímuligum kravi um at ogna sær ein stóran part av øllum tí føroyska landgrunninum og nú hava ilt við at draga í land aftur, er teirra høvuðspína. At teir eru klintraðir ov høgt upp í træið og nú hava ilt við at koma niður aftur og fóta sær er teirra trupulleiki og ikki okkara. Og hví skulu føroyingar hjálpa teimum við eitt nú at slaka! Eru føroyingar als ikki komnir við nøkrum útspæli men føra eina kontanta og avgjørda linju, so er greitt, at bretska sendinevndin hevur ilt við at fara til sítt bakland og fáa tað at slaka enn meira. Endin kann tí verða, at naggatódnin, sum tykist vera íkomin, hevur við sær, at málið fer til dómstólin í Haag, nakað, sum helst hvørgin parturin er fegin um. Vit hava hildið tað vera rætt av føroyingum at tvíhalda um miðlinjuna. Um bretar út frá taktiskum orsøkum hava viljað havt eitt mark, sum liggur langt vestan fyri eina miðlinju, er ilt at meta um. Helst hava teir kravt nóg mikið, so teir hava havt okkurt at slaka uppá. Men nú tá teir halda seg hava slakað nokk, fangar borðið.Tá vilja føroyingar ikki spæla við meira og minna bretar á, at tað eru teir, sum hava skapt ein trupulleika, og tí eru tað eisini teir, sum mugu loysa upp fyri honum. Spurningurin tykist í løtuni vera, hvussu nógv føroyingar vilja førka eina miðlinju vestureftir! Vit hava áður skilt støðuna soleiðis, at hóast bretar vilja tosa um miðlinju, er krav ið framvegis ov víðgongt. At teir ikki góðtaka Akraberg sum grundlinjupunkt sigur ikki so lítið um støðu teirra.
ILT er at fáa at vita, hvat gongur fyri seg handan leiktjøldini í Føroyum. Spurningurin er, hvør tað er, sum diterarar endaliga føroyska marknapolitikkin. Er tað løgmaður, er tað uttanlandsnevndin, er tað danska uttanríkisráðið, er tað formaðurin í samráðingarnevndini ella onkur heilt annar. Ella er tað so, at allir hesir instansir føra eina og somu linju í spurninginum? Tað hevur ljóðað, at okkurt misljóð hevur verið millum støðutakan løgmans og so hana hjá øllum hinum! Onkur vil siga, at føroysk pressa eigur ikki at viðgera slíkt, um tað kann skaða søk Føroya. TaÐ er okkara avgjørda meining, at føroyskir mynduleikar hava borið seg rætt atvið at tvíhalda um miðlinju. Men samtíðis halda vit, at málið er so mikið álvarssamt , at allar góðar kreftir mugu brúkast. Hvør enn situr sum løgmaður og hevur avgerandi orðið, so mugu ikki partapolitikkur ella serstøk egináhugamál koma upp í. Tað hvílir tí stór ábyrgd á løgmanni. Hann má brúka og lurta eftir teimum frægastu ráðgevunum vit hava í hesum máli. Tað má ikki vera ein spurningur um, hvør nú er sterkastur og mest treiskur. Avgerðir mugu byggja á vit og skil. Metast má um avleiðingarnar, antin henda ella handa kósin verður løgd.