Tann danski politikarin sum hevur rópt harðast, tá føroysku »gølurnar« hava verið frammi, er Kirsten Jacobsen, úr Framburðsflokkinum.
Nú bankakanningin kom, var hugsandi at hon aftur tók orðið, og so var.
Framburðsflokkurin sendi seinnapartin í dag út tíðindaskriv um bankafrágreiðingina.
Kirsten Jacobsen sigur, at frágreiðingin frá kanningarnevndini avdúkar, at alt Føroya-málið hevur verið eitt stórt skálkabragd.
Tann danska stjórnin hevur spælt við í spælinum hjá Den Danske Bank, uppá rokningina hjá føroyingum. Frágreiðingin avdúkar klárt og týðiliga, at føroyingar við vilja vórðu hildnir óvitandi um, at Føroya Banki var við at fara av knóranum
Eisini er Kirstin Jacobsen eftir leiklutinum hjá donsku stjórnini, og serliga Mogens Lykketoft.
Frágreiðingin staðfestir eisini, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, hevur ført seg fram sum oddafiskur bæði fyri Fíggjareftirlitinum og Tjóðbankanum - uttan um hinar ráðharrarnar.
Tó, heldur Kirsten Jacobsen, at frágreiðingin hevur ein veikleika.
Har tørvar ein gjøllig frágreiðing frá stjórnini um arbeiði á fólkatingið. Nú má greiðast fáast á tí partinum. Við teimum túsund skjølunum Fólkatingið hevur leitað fram í hesum málið, er greitt, at frágreiðingin hevur ikki verið ávirkað av leiklutinum hjá stjórnini.
Kreppan er sjálvskapt
Tað er ongin ivi um at kreppan er sjálvskapt, sigur Kirsten Jacobsen.
Tann politiska valdselitan í Føroyum, er við danskari signing farin út um allar lógir og reglur. Milliardupphæddir eru fluttar til Føroya fleiri ferðir, og hvørja ferð ljóðaði at nú var tamarhald á støðuni, sannleikin var, at viðurskifti vóru alt annað enn í lagi.
-Tann rætta gongdin er ikki at fáa føroyingum eina rættarsak í lag, sum longu er tapt, tí mótparturin hjá Den Danske Bank, Fíggingargrunnurin frá 1992, var longu tá heilt klárur yvir, hvørji støðu Føroya Banki var í.
Eftir er tann moralska skuldin. Ein skuld ið alt Danmark, vegna fylgjurnar hjá stjórnini og sambært Grundlógini hevur ábyrgdina av.