Eitt stríð um vald

Politisku flokkarnir góðtaka ikki donsku framferðina, tá hon setti eina røð av hernaðarlógum og kunngerðum í gildi fyri Føroyar beint ímóti viljanum hjá løgtinginum. Javnaðarflokkurin hevur sett uppskot fram um at taka lógirnar av, men eitt sindur av iva er um, hvussu mótmæli skal sendast avstað til donsku stjórnina

Løgtingið setir hart ímót hørðum. Tað vil ikki góðtaka, at danska stjórnin hevur lýst nakrar hernaðarlógir fyri Føroyar uttan at spyrja løgtingið eftir. Og enntá beint ímóti einari løgtingssamtykt frá 26. november 2001.
Javnaðarflokkurin leggur eitt uppskot til ríkislógartilmæli fyri løgtingið um at taka lógirnar av aftur beinanvegin. Sostatt nærkast fólkavalda tingið í Føroyum eftir øllum at døma einari konfrontatión við donsku stjórnina.
Tað ljóðar sum eitt stríð um paragraffir, men tað er tað ikki. Tað er eitt stríð um vald.
? Vit mugu fáa staðfest myndugleikan hjá løgtinginum, sigur Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum, sum hevur átikið sær leiklutin at savna undirskriftir fyri uppskotinum, so tað kann vera lagt fram, hóast farið er um freistina fyri at leggja uppskot fram í hesari tingsetuni. 17 undirskriftir skulu til, og tær skuldu fáast til vega týsdagin.
Spurdur, hví júst Javnaðarflokkurin leggur uppskotið fram, sigur Kristian Magnussen:
? Vit hava faktiskt bíðað og bíðað. Vit væntaðu, at samgongan fór at gera okkurt. Men har kom onki, og nú mátti okkurt henda, sigur Kristian Magnussen.

Krevur respekt
Nógv hevur verið tosað um, hvørt valdið yvir Føroyum er latið føroyingum av dønum at umsita. Um talan er um eina delegatión. Kristian Magnussen hevur ongantíð trúð uppá, at danir kundu funnið uppá at tikið valdið aftur. Men nú danska stjórnin av sínum eintingum setti eina røð av lógum og kunngerðum í gildi fyri Føroyar ímóti vilja løgtingsins, mugu føroyingar beinanvegin rópa varskó, heldur uppskotstillarin.
? Nú er nakað hent, sum setir 55 ára praksis til síðis. Hetta er sera álvarsligt. Tað kunnu vit ikki góðtaka. Hetta mugu vit mana í jørðina umgangandi. Løgtingið má seta seg í respekt, sigur ein avgjørdur Kristian Magnusssen.
Honum er greitt, at hetta kann føra til ein politiskan samanbrest við Danmark. Men hann er til reiðar at taka dystin upp, um tað er neyðugt.
? Tað gera vit. Tað má eingin ivi vera um autoritetin hjá løgtinginum. Vandi er fyri, at hetta gerst eitt fyridømi. Um vit lata tað ganga hesaferð, so kann tað henda aftur, sigur Kristian Magnussen, sum heldur, at danska hervaldið í Føroyum kann klára seg við vanligari sivilari lóggávu.

Stuðla og tó...
Sjálvt Sambandsflokkurin stuðlar framløguni, men hann vil kanna málið nærri, áðrenn hann tekur støðu til uppskotið.
? Uppskotið skal fáa okkara undirskrift fyri at vera lagt fram. Vit vilja ikki halda nøkrum niðri, men vit vilja kanna málið nærri, áðrenn vit taka støðu til tað. Vit vilja hava at vita hvat er hent. Um málið er ignorerað frá landsstýrisins síðu, so er tað okkara egni feilur. Men tað veit eg ikki. Tí mugu vit vita meira, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloksins, sum sjálv at spyrja seg fyri, tá hon fer niður á Fólkating í vikuni.
Formaðurin í tingbólki Fólkafloksins dregur eisini eitt sindur á bæði. Flokkurin hevur prátað um málið, men hevði ikki tikið eina felags støðu, tá vit tosaðu við hann fyrrapartin týsdagin.
? Vit eru øll samd um, at tað er prinsipielt skeivt, at lógir vera settar í gildi í Føroyum ímóti vilja løgtingsins. Hetta er eitt gott tiltak frá Javnaðarflokkinum, men nú fáa vit at síggja, hvussu besti mátin er at takkla hetta. Um landsstýrið skal melda greitt út, ella um vit í løgtinginum gera tað saman við Javnaðarflokkinum. Vit hava ávís atlit at taka, tá vit sita í samgongu, sigur Óli Breckmann.

Neyðtikin tjóð
Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum hevur longu verið frammi og gjørt vart við síni sjónarmið. Hann hevur kallað framferðina hjá stjórnini fyri eina neyðtøku av føroysku tjóðini. Hann stuðlar tankanum um, at løgtingið setir føtur í spenni, men hann ivast samstundis í, hvussu tað skal gerast.
? Vit skulu leita alt løgtingið saman og fáa staðfest eitt álvarsligt mótmæli ímóti at vera neyðtikin av donsku stjórnini. Tað skal ikki standa á. Eg kundi hugsað mær ein øðrvísi hátt at gjørt tað, men vit skulu nokk semjast um ein leist, sigur Hergeir Nielsen.
Hansara sjónarmið er, at løgtingið longu hevur samtykt einmælt, at tað ikki vil hava hernaðarligu revsilógirnar settar í gildi. Hann heldur onga orsøk vera til, at løgtingið enn einaferð samtykkir eitt ríkislógartilmæli, sum sigur tað sama, tí tað minkar eisini um virðingina fyri løgtinginum.
? Eg haldi tað hevði verið betri, um løgtingið í einum uppskoti til samtyktar heitti á landsstýrið um beinanvegin at boða frá mótmælinum hjá løgtinginum og beinanvegin krevur lógirnar at vera tiknar av. Eg kundi hugsað mær at sloppið at broytt uppskotið eitt sindur. Men tað skal ikki skilja okkum, sigur Hergeir Nielsen.