- Eitt ótrúligt hús

-<DPTAB>    Hetta er eitt sera gott hús við nógvum møguleikum. Mítt ynski er at brúka hetta fult út, so at vit kunnu verða føroysku mentanini at gagni í framtíðini, sigur nýggi stjórin Niels Halm

Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum hevði bert verið til arbeiðis í fáar tímar, tá hann fekk sína fyrstu mentanarligu uppliving.
Hesa uppliving fekk hann týskvøldið tá hann í tí fullsetta Sjónleikarhúsinum var til ta 60. framførsluna av "Fólk og dólgar í Kardamummubýnum" ? henda sjónleikin, sum 6000 føroyingar frammanundan hava sæð.
Hóast hann neyvan til fulnar skilti alt tað, sum varð sagt á føroyskum, so var hansara meting aftaná, at hetta hevði verið ein heilt ótrúlig framførsla.
-Eg var djúpt imponeraður yvir, hvussu væl tey spældu. Og tá ein so hugsar um, at hetta eru amatør-sjónleikarar sum gera hetta í frítíðini, so má eg bara undrast yvir offurvilja teirra, sigur Niels Halm.
-Her er avgjørt nakað, ið ein eigur og kann arbeiða víðari við.

Avbjóðingar og status
Niels Halm kom til Føroyar seinasta fríggjadag, og brúkti vikuskiftið til at koma uppá pláss í íbúð síni.
Mánadagin var hann til móttøkuna, tá fólk í hópatali komu at siga undangongukvinnu hansara, Helgu Hjørvar farvæl og takk fyri tíð hennara sum stjóri. Her fekk hann so somuleiðis høvi at heilsa uppa mong teirra, sum koma at hava við arbeiði hansara at gera í framtíðini.
Í gjár hitti hann m.a. ein tíðindamann frá Sosialinum og seinnapartin í gjár var fundur avtalaður við Jenny Petersen, sum er tann nýggi listarligi leiðarin.
Eitt annað stórt og ikki minni týdningarmikið arbeiði hjá honum er at seta seg inn í arbeiðið í sjálvum húsinum. Hann hevur longu tosað við nakrar av deildunum í húsunum.
-Her havi eg serliga lagt dent á at fáa at vita, hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman. Eg ynski líkasum at fáa eina status yvir støðuna beint nú, og síðani vita, hvørjar forbetringar kunnu gerast í framtíðini.
-Hetta er eitt ótrúliga gott hús við nógvum møguleikum. Mítt ynski er at brúka hetta fult út, so at vit kunnu verða føroysku mentanini at gagni í framtíðini.

Prix við týdningi
Ein tann næsta stóra uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er Prix Føroyar-kappingin sum fer av bakkastokki um vikuskiftið.
Tá verða fyrsta innleiðandi umfarið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Og millum áhoyrararnar verður heilt vist Niels Halm.
- Eg haldi tað vera sera spennandi at síggja, hvussu tann føroyski tónleikurin er. Og ikki minst at síggja, hvørja effekt hetta kann hava í framtíðini, sigur hann.
Hann hevur fylgt við í framgongdini sum hevur verið bæði Teiti Lassen og Eivør fyri, og væntar avgjørt, at ein slík tónleikakapping sum Prix Føroyar kann vera við til at eggja fleiri tónleikarum at royna seg.
-Og so mugu vit heldur ikki gloyma Guðrun Sólju, sum so sannførandi vann kappingina seinasta fríggjakvøld.

Sniðgeving og ferðafólk
Norðurlandahúsið er eisini nógv annað enn tónleikur. Og fyri Niels Halm er tí ein onnur uppgáva at vera við til at styrkja og menna aðrar listagreinar, eitt nú myndlist, sjónleik og bókmentir.
Eitt annað áhugamál hansara er at fremja føroyska sniðgeving, bæði tá talan er um binding, men eisini tá talan er um listhandverk og øll hini økini av sniðgevingini.
-Eg havi skilt, at tit hava eina framúrskarandi framsýning innan hetta økið í Mullers pakkhúsi eina ferð um árið. Og kunnu vit vera við til at bakka upp um hetta, so er hetta sera gott.
Ynski hansara er eisini at fremja føroyska list í útlandinum ? og fá vitjan henda vegin av útlendskum ferðafólkum. Hann er tó greiður yvir, at eitt samfelag sum hetta ikki kann taka ímóti meiri enn einum ávísum tali av ferðafólkum.
- Men mítt ynski er, at so mong sum gjørligt skulu fáa ta ótrúligu upplivingina tað er at vera nær við ta føroysku nattúruna, - hesa somu upplivingina sum eg hevði longu tá eg steig í land á flogvøllinum á fyrsta sinni. Hava fólk fyrst verið í Føroyum eina ferð, so koma tey heilt vist aftur seinni.
-- Mær dámar sjálvur sera væl at ganga úti í náttúruni, og havi longu meldað meg inn í eitt gongufelag.
-Í mínum starvi kann tað so skjótt bara gerast mentan, mentan og aftur mentan. Men í hesum felagnum kann eg uttan iva læra fólk betur at kenna, og samstundis fáa nýggjar kontaktir millum fólk.