Eitt túsund MHz ár 2000

Prosessorarnir í pc?arunum taka eitt risastig, tá Intel um eini tvey ár senda eina nýggja 64 bit útgávu á marknaðin.

 

Tekstmaskinan


Í 1999 roknar chip-stórfyritøkan Intel við at kunna lata ein 64 bit prosessor við einum skjótleika upp á minst 600 MHz. Verða arbeiðsminnið og harðdiskurin uppgraderað samsvarandi ? og soleiðis plagar tað jú at vera ? fáa vit stutt eftir ártúsundskiftið teldur, sum lættliga kunnu goyma og redigera fleiri tímar av heimavideo, samstundis sum tær sjálvandi fara at tæna okkum um røddstýrd boð, meðan vit síggja sjónvarp í eina horninum.

Og prísurin fer at vera hin sami sum í dag, tí tá chippini verða sterkari eru tey eisini vorðin minni, og harvið bíligari. So møguleikarnir eru góðir fyri, at ein supertelda til ta tíð framvegis fer at kosta minni enn 15.000 krónur.


Skjótir og effektivir

Prosessorurin ella CPU?in er maskinrúmið ella heilin í telduni. Tað eru prosessorarnir, ið gera tær uppgávurnar, vit nýta telduna til, og talið 64 sigur, hvussu nógv tekn, hon arbeiðir í senn. Eitt tekn eru 8 bit, so 64 útgávan arbeiðir sltso við 8 teknum í senn.

Nýggja chippið merkir tvey ting, partvís at teldan sum nevnt fer at arbeiða skjótari, partvís at vit fáa veruliga og effektiva multitasking. Multitasking merkir, at prosessorurin megnar fleiri uppgávur (task) ísenn. Í veruleikanum merkir tað, at sami CPU skiftir millum fleiri skráir so skjótt, at tað tykist, sum ger hann allar uppgávurnar samstundis.


Teir stóru eru klárir

Tá Intel miðskeiðis í 80-árunum fór frá 16 til 32 bit prosessorar ? skiftið frá 80286 til 80386 útgávuna ? øktist arbeiðsskjótleikin frá 8-12 MHz til 25-33 MHz og 32 bit uppbyggingin gjørdi tað møguligt at gera multitasking. Í Windows 95 ber til at gera nakað, ið til deils líkist, men ikki fyrr enn við stýriskipanunum hjá vinnulívinum, Windows NT og IBM OS/2, verða fyrimunirnir við 32 bit útbyggingini veruliga útnyttaðir.

Tá 64 útgávan kemur, verða leiðandi softwareforritarirnir annaðleiðis fyrireikaðir uppá møguleikarnar í chippinum, tí teir longu nú kunnu venja seg á eini software-eftirgerð av 64 bit chippinum. Roknað verður við, at Windows NT skjótt kemur við eini 64 útgávu til nýggja chippið, men nøkur ár fara at ganga, áðrenn fyrimunirnir við nýggja chippinum og chippið sjálvt verður hvørs mans ogn.


Tekniskt sæð

Við 64-bit chippinum skiftir Intel ttil eina nýggja sonevnda 0,18 mikron tøkni. Navnið gevur breiddina av teimum einstøku streymbanunum í chippinum, ein vanlig Pentium verður í dag gjørd við 0, 32, meðan nýggjastu chippini til berbarar verða gjørdar við 0,25 mikron. Hesi berbar-chippini fylla ikki meiri enn ein triðing av einum vanligum Pentium chippi. Og hvørja ferð chippið verður minni, kann tað gerast skjótari og meiri kompliserað. Tí roknar Intel við, at nýggja 64-bit chippið kann koyra minst 600 MHz í 1999 og kanska kemur upp á 1000 MHz um eini tvey ár.

Tað skuldi gjørt tað møguligt at fingið skjótleikar uppá 10-20 ferðir tað, vit nú kenna frá eini Pentium/200. Við eini effektivari multitasking operativskipan merkir tað, at man kemur at fáa eina røð av 10 superskjótum Pentium/400, við at keypa ein vanligan pc.