Leikarasamrøða
Verður sæð burtur frá onkrum próvtøkum fyrstu tíðina, og so onkrum einstøkum leikbanni, so hevur Julian Johnsson verið fastur fúsur á liðnum, síðani hann leikti sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar.
Leygardagin skuldi hann so fara um teir hálvthundrað dystirnar í landsliðsbúnanum, men hetta hendi tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tí Julian var nevnliga ikki millum teir fyrstu ellivu.
- Tað var nakað, sum eg fekk at vita beint undan dystinum, og sjálvandi var eg vónbrotin, og kanska eisini eitt sindur ónøgdur. Men hinvegin, so vil tað helst altíð vera eitt vónbrot, tá tú ikki ert við. Tað er jú tað, sum tað ræður um.
- Sjálvandi kanst tú ongan tíð kenna teg heilt vísan, men tú gert tær jú eina mynd undir venjingunum, og sjálvur hevði eg avgjørt vænta at byrja inni, sigur hann.
Sæð uttan ífrá, so kom kanska nakað av broyting í, tá Julian kom á liðið, og sjálvur heldur hann eisini, at tað eydnaðist honum at vísa nakað.
- Tað kom kanska eitt sindur av lívi í akkurát, men vit vóru eisini við at koma betri inn í dystin beint áðrenn. Tað er sjálvandi altíð ringt at koma inn í ein dyst, men eg haldi tað gekk rímiliga væl. Hinvegin haldi eg nú heldur ikki, at trýstið á okkum var so øgiliga stórt. Vit hava í øllum førum roynt tað, sum var verri, og tí er tað kanska eyka keðiligt, at málið skal koma somikið seint.
- Nú er altíð lætt at vera klókur aftaná, men eg kann ikki lata vera við at iðra meg um, at onkur ikki gjørdi okkurt, áðrenn málið kom. Eitt lítið fríspark longri uppi á miðjuni ella eitt ella annað. Men tað er so farið, og nú mugu vit so bara royna at líta framaeftir.
Og frameftir er ikki longur enn til mikudagin. Roknar Julian sjálvur við, at hann verður á liðnum tann dystin.
- Tað ætli eg mær sjálvandi, men tað er so upp til venjararnar.