Eitt valdømi

Bergljót Madsen
----------

Tað er vælgerandi at lesa greinina hjá Jonhardi Mikkelsen í bløðunum, har hann greiðir frá sínari hugsan um, at Føroyar eru best fyri við einum valdømi. Sjálvandi. Vit eru færri enn 50 túsund fólk, okkurt um 30 túsund hava valrætt. Tað er nakað tað sama sum Roskilde og Ålesund. Tað er einki at petta sundur. Landið er lítið í ummáls og lætt er at koma í samband, hvar tú so býrt. Vit hava fartelefonir, fasttelefonir, post, skype, teldur, t-brøv og facebook, bløð, útvørp og sjónvarp. Og vegir, skip og tyrlur binda oyggjarnar saman.
Eitt valevni hevur allar møguleikar at koma fram við sínari hugsan, óansæð um hon/hann býr í Hvannasundi, Havnini, Bø ella aðrastaðni. Og teir politikarar, vit velja á løgting, verða ikki so bundnir at sínum veljarum í nærumhvørvinum, men kunnu brúka sína megi til at hugsa breiðari og fríari til gagns fyri heildina.
Eitt valdømi fer at minka um tað lokalpolitiska stríðið, sum krevur so nógva orku av løgtinginum. Lat kommunurnar taka sær av lokalsamfelagnum. Um lokalu áhugamálini skulu hava meira vald, og alt gott um tað, ger tað so ikki umvegis lokalvaldum løgtingslimum, tí væntast kann, at løgtingslimirnir, sum vera man, tá fara at verja lokalu áhugamálini heldur enn landsins áhugamál.
Og hvør skal tá tala landsins sak? Latið okkum tí halda fast við hesa valskipanina við einum valdømi.
Á boðanardegi Mariu.