Hagstovan hevur kannað fátækaváðan í Føroyum. Fátækaváðin, á enskum nevnt, at-risk-of-poverty, er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga lágum inntøkum.
Hagstovan skrivar, at grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60 prosent av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.
Fátækaváðin kvinkar upp
Prosentparturin av teimum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019 úr 9,7 prosentum niður í 7,6 prosent. Í 2023 var parturin av fólki í fátækaváða 7,5 prosent, sum er á sama stigi síðani 2019. Í 2024 kvinkaði fátækaváðin upp við 0,7 prosentstigum til 8,2 prosent. Fátækaváðin hevur annars verið nakað størri fyri árum síðani. Prosentparturin av teimum í fátækaváða var um 9 til 10 prosent í tíðarskeiðnum 2011 til 2018.
Fallið í fátækaváða í 2019
Orsøkin til lutfalsliga stóra fallið í fátækaváðanum frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 ár og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki, fór upp um markið í 2019 og heldur seg framvegis omanfyri í 2024. Tað vóru einamest tey, ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru upp um markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2024, sum hon annars hevur verið, har áleið helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum.
Landafrøðiligur munur
Landafrøðiligur munur sæst á teimum, sum eru fátækaváða. Tað eru lutfalsliga fleiri undir fátækaváðamarkinum í Sandoyar-økinum og Suðuroyar-økinum samanborið við restina av landinum. Prosentparturin av teimum í fátækaváða í Sandoyar-økinum er 10,1 prosent, meðan 11,9 prosent eru undir fátækaváðamarkinum í Suðuroy. Tað skal sigast, at lutfalsliga færri hava verið í fátækaváða í hesum økjum seinastu árini. Minstur er fátækaváðin í Eysturoyar øki Streymoyar øki, suður har ávikavist 7,5 og 7,6 prosent eru í fátækaváða.











