Lat okkum flúgva sum øll onnur

Fyri tey flestu byrjar ein flogferð við spenningi. Fyri koyristólsbrúkarar byrjar hon ofta við ótta. Ikki fyri turbulens – men fyri løtuni, tá tey skulu latast úr egnum koyristóli og flytast í ein smalan flogstól.

Í dag verður koyristólurin sendur í lastarúmið. Hvørt ár verða túsundtals koyristólar skaddir undir flogferðum. Fyri nógv merkir tað ikki bara ein praktiskan trupulleika, men ein miss av sjálvstøði og virðing.

Tí er tað ein stór og týdningarmikil menning, at framleiðarar sum Airbus arbeiða við loysn, sum kann gera tað møguligt at sita í egnum koyristóli undir flogferðini.

Hetta snýr seg ikki um luksus. Tað snýr seg um rættin at ferðast á jøvnum føti við onnur. Vit hava longu atkomuligar bussar, tok og ferjur. Flogferð er síðsta stóra forðingin.

At kunna rulla beinleiðis umborð og festa koyristólin trygt hevði broytt alt: tryggleika, sjálvstøði og virðing. Flogferð hevði verið ein uppliving, sum byrjar við spenningi – ikki ótta.

Inklusiv ferðing er ikki ein framtíðarvisjón. Hon er ein neyðug menning. Og tíðin er komin.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

Kaj Leo Holm Johannesen