Eivør aftur á Roskilde Festivalin

Størsti danski tónleikafestivalurin, tann í Roskilde leggur aftur í ár pall til føroysku Eivør Pálsdóttir

Aftur í ár verður Eivør eitt av nøvnunum á Roskilde Festivalinum, hetta skrivar Dimmalætting í gjárkvøldið. Hetta er triðju ferð at Eivør luttekur á festivalinum, ið hon eisini vitjaði í fjør. Tá hevði Eivør eina sera inniliga framførslu á Lounge pallinum. Festivalurin skrivaði um hesa framførslu: “Eivør, du kan lige så godt lære navnet med det samme. Eivør leverede én af de smukkeste koncerter på årets Roskilde Festival mindste scene, Lounge. Fyrstu ferð Eivør luttók á størsta danska tónleikafestivalinyum var saman við Clickhaze í 2002. Á festivalinum í ár luttaka nógv stór nøvn, millum onnur íslendska Bjørk, ið Eivør so ofta er samanborin við.
Dimmalætting veit eisini, at siga at Eivør í gjár fór til Memphis at spæla 3 konsertir.
Eisini ætlar hon at spæla sangin Love Me Tender hjá fyrrverandi Memphis búgvanum, Elvis inn, meðan hon er har. Ætlanin er at geva sangin út á heimasíðuni hjá Eivør.
Sum Planet.fo avdúkaði í fjør, so er arbeiðir Eivør við eini komandi fløguútgávu, ið væntandi kemur út í summar. Fløgan verður gjørd í samstarvið við írska framleiðaran Donald Lunny, ið m.a. hevur framleitt U2. Dimmalætting veit at siga, at arbeiðið í Írlandi saman við Lunny framvegis gongur væl, og at Eivør í næstum skal spæla 3 konsertir í Dublin í The National Concert Hall.