Felags fyri bólkarnar og listafólkini er, at tey við støðið í siðbundnum donskum tónleiki skapa nýggjan tónleik, tað verið seg fólkatónleik, rokk ella jass, siga fyrireikararnir. Øll konsertin verður tikin upp við ljóði og myndum, umframt at samrøður verða gjørdar. Alt verður sent beinleiðis á alnetinum. Seinni verður møgulig at taka konsertirnar niður av alnetinum.
Verkætlanin er komin í lag í samstarvi millum Det Bruunske Pakhus, Folkstage Booking & Management and GO’ Dansk Folke Musik, við stuðli frá danska listarráðnum