Eftir tiltakið tosaðu vit við tónleikatíðindamannin Stuart Williams og bookingagentin Paul Wilson
Stuart Williams skrivar millum annað fyri bløð sum Mojo og Kerrang. Stuart var komin fyri at uppliva Eivør og Teit aftur, tí hann upplivdi tey á G!Festivalinum í summar og heldur, at tey bæði eru talentir út yvir tað vanliga. Tey eru ikki bara føroysk, men megna at fevna víðari. Tey eru bæði dugnaligir sangskrivarir. Williams nevnir røddina hjá Eivør, sum heilt fantastiska við einum heilt frálíkum instrumentalum kontrolli. Eivør er ein kommanderandi stjørna, ið fer at íblása trúskap til hennara, segði bergtikni Stuart Williams.
Paul Wilson er bookingagentur fyri nøvn sum Tracy Chapman. Hann var sera væl nøgdur við tað, ið hann sá á føroyska sýnisglugga tiltakinum.
- Eivør hevur eina fantastiska rødd, segði Wilson.
Men tað tyktist sum Teitur var tann, ið veruliga fangaði áhugan hjá Wilson.
- Teitur er fantastiska kul, og ber seg á ein sera kulan hátt. Sangirnir hjá teimum báðum eru sera góðir og bæði Teitur og Eivør kundu gjørt um seg á altjóða marknaðinum. Tað er greitt, at Teitur kann verða heilt stórur, somikið dugdi eg at síggja, segði Paul Wilson eftir framførsluna í Somerset House.