2006 var helst besta tónleikaárið hjá Eivør Pálsdóttir nakrantíð. Hon ferðaðist víðahvar við sínum tónleiki, vann virðislønir í Danmark, og leygarkvøldið vann hon annað árið á rað virðislønina sum besta songkvinna á Planet Awards.
Eivør var heldur ikki í aár hjástødd at taka ímóti virðislønini. Hon spældi um vikuskiftið á Celtic Connection í Glasgow og skal síðan í studio í Írlandi, at arbeiða við komandi fløgu síni.
Í hennara stað var Jón Tyril, sum spældi saman við Eivør í Clickhaze, komin at taka ímóti virðislønini, og hann bar eina heilsu frá Eivør.